Munurin millum rættingarnar hjá "South Carolina"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: gn:Yvy Karolina
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: sco:Sooth Carolina
Linja 155: Linja 155:
[[ru:Южная Каролина]]
[[ru:Южная Каролина]]
[[scn:Carolina dû Sud]]
[[scn:Carolina dû Sud]]
[[sco:Sooth Carolina]]
[[se:Lulli-Carolina]]
[[se:Lulli-Carolina]]
[[sh:Južna Karolina]]
[[sh:Južna Karolina]]

Endurskoðan frá 24. okt 2012 kl. 23:49

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Columbia
Størsta býur: Columbia
Innlima: 23. mai 1788
Guvernørur: Nikki Haley (R)
Vídd: 82,931 km²
Íbúgvar (2011): 4,625,384
fyri km²: 55.37/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.sc.gov

South Carolina, á føroyskum ofta nevndur Suðurcarolina, (enskt: State of South Carolina) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Columbia. Í 1788 bleiv Suðurcarolina lutstatur í USA. Í norðri hevur Suðurcarolina mark við North Carolina og í suðri við Georgia. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknevni hansara er The Palmetto State (Palmetto er eitt slag av pálmi).

Nikki Haley (fødd 20. januar 1972 í Bamberg, Suðurcarolina) er guvernørur. Hon umboðar republikanararnar. Haley er amerikanari, ættaður úr India.

Søga

Eftir ferðir Kolumbusar til Karibia gjørdu nógvir evropeiskir sjófarar rannsóknarferðir til USA. Teir fóru at leita eftir gulli og øðrum ráevnum og at hyggja eftir londum, har evropearar kundu búseta seg. Í Carolina funnu evropeiskir rannsóknarfarar átuligar fruktir, sum teir ongantíð høvdu sæð fyrr. Tað vóru til dømis chili, mais og kakao. Teir tóku fruktirnar heim aftur við sær til Evropa. Nógvir ævintýrarar fóru eisini til Carolina at leita eftir gulli.

Yamaseefólkið loypur á niðursetubygd í Eystur-Suðurcarolina í apríl 1715, og mangir hundrað enskir niðursetumenn verða dripnir. Trælauppreistur skakar Suðurcarolina í 1739.

Búskapur

Hilton Head Island.

Ídnaður

Ídnaðurin í statinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er ógvuliga framkomin. Har verður gjørt millum annað flogfør, jarnbreytarvognar, bilar, traktorar og aðrar landbúnaðarmaskinur, alt verður tilvirkað við bestu amboðum og í best hóskandi sniði. Carolinskur varur eru tí nógv eftirspurdar, helst bilarnir og landbúnaðarmaskinurnar eru væl umtókt.

Tað eru ofta stór samtøk, sum eiga ídnaðarvirkini, og tey leggja stóran dent á at leggja fremleiðsluna soleiðis til rættis, at tað mest møguliga arbeiðið verður gjørt við maskinum, og tí er talið á arbeiðsfólki ofta lítið. Hesi feløg hava eisini kønar teknikarar og verkfrøðingar at gera royndir til at fáa gjørt fremleiðsluna betri og betri ella at finna tól, sum kunnu spara fólk, og soleiðis gera tað, ið tey fremleiða, bíligari.

 USA