Munurin millum rættingarnar hjá "Lítla Dímun"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: fa:لوتلا دیمون
Gerakibot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: el:Λίτλα Ντίμουν
Linja 34: Linja 34:
[[da:Lítla Dímun]]
[[da:Lítla Dímun]]
[[de:Lítla Dímun]]
[[de:Lítla Dímun]]
[[el:Λίτλα Ντίμουν]]
[[en:Lítla Dímun]]
[[en:Lítla Dímun]]
[[eo:Lítla Dímun]]
[[eo:Lítla Dímun]]

Endurskoðan frá 24. okt 2012 kl. 16:36

Lítla Dímun
Landafrøði

Vídd 0,8 km²
Vatn 0,0 %

Umsiting
Land  Føroyar

Lítla Dímun er minsta oyggj í Føroyum, bert 0,82 km² til víddar, men hon er 414 m høg. Har hevur ongantíð búð fólk, tí oyggin er so brøtt og ring at koma til, Bert uppi á kollinum er ein lítil slætti. Men oyggin ber um 270 áseyð, og fuglur, serliga lundi, er nógvur.

Lítla Dímun

Lítla Dímun var eisini kongsjørð, men av tí at ringt var at fáa nakran at festa oynna, vildi kongur selja hana. Tað vóru suðuroyingar og fyrst og fremst hvalbingar, ið høvdu leigað og brúkt oynna, og í 1850 varð uppboðssøla hildin í Hvalba. Faktorin við kongaliga úthandilin á Tvøroyri bjóðaði móti hvalbingum og sandvíkingum, ið høvdu tikið seg saman í felag, og tí mundi prísurin koma so høgt upp. Hvalbingar og sandvíkingar áttu hægsta boð, næstan 5000 rbd (10.000 kr.)

Oyggin hevði eitt serligt seyðaslag, sum ikki er til longur. Seyðurin líktist geitum, hevði svarta og snøgga ull og var smærri enn seyðurin í dag. Hetta var styggur seyður og tí ringur at fáa í rætt. Nøkur ár eftir at kongur hevði selt oynna, varð hetta seyðaslag tikið av. Tað, sum ikki fekst í rætt, varð skotið niður. Tríggir útstappaðir seyðir av slagnum finnast í dag á Føroya Fornminnissavni.

Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið