Munurin millum rættingarnar hjá "Flogbóltur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Dinamik-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: ky:Волейбол
TjBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: an:Voleibol
Linja 31: Linja 31:


[[af:Vlugbal]]
[[af:Vlugbal]]
[[an:Voleibol]]
[[ang:Flēogeball]]
[[ang:Flēogeball]]
[[ar:كرة طائرة]]
[[ar:كرة طائرة]]

Endurskoðan frá 19. okt 2012 kl. 13:03

Flogbóltur.

Flogbóltur, á enskum og fleiri øðrum málum verður volleyball brúkt. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin yvir á banan hjá mótstøðuliðinum. Líkasum tennis og badminton er banin deildur av einum neti.

Á enskum og fleiri øðrum málum verður flogbóltur róptur volleyball. Flogbóltur er bóltleikur, har ið bólturin við hondunum verður sendur aftur og fram um net, sum er spent um miðjan vøll. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin á banan hjá mótstøðuliðinum, liðini kunnu spæla bóltin trýggjar ferðir sínamillum, áðrenn bólturin verður sendur yvirum til mótstøðuliðið, helst skal bólturin koyrast yvirum soleiðis at mótstøðuliðið missir bóltin ella ikki fær fatur á honum, hetta verður ofta gjørt við at bólturin verður hevaður til ein sum dugir væl at smasja, tað er at sláða bóltin hart við arminum lyftum upp yvir høvdið. Flogbóltur bleiv fyri fyrstu fer spældur í 1864 í Tokyo. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Holyoke, Massachusetts í USA í 1895.

Flogbóltur verður spældur ymsa staðni í Føroyum, nevnast kunnu feløgini Fleyr úr Tórshavn, ÍF úr Fuglafirði, Ternan av Toftum, og Dráttur úr Vágunum, Mjølnir úr Klaksvík, TB av Tvøroyri, KÍF úr Kollafirði og Nøvan av Oyrabakka.[1] Á hvørjum árið verður spælt um Føroymeistaraheiti og Steypakapping. Báðar kappingarnar eru um veturin.

Banin

Soleiðis sær ein flogbóltsbani út.

Banin er deildur upp í eitt øki framman og eitt øki aftan av einari álopslinju. Álopslinjan, verður eisini kalla tríggjar metra linjan. Hon er tríggjar metrar frá, og javnt við netið. Álopslinjan er ein partur av økinum framman. Umráðið í fríøkinum aftanfyri baksíðuøkið verður eisini kalla fyri servuøkið.

Reglar

Eitt lið hevur seks spælarir úti á bananum, og upp til 6 útskiftarar. Tað liði, sum fyrst vinnur trý sett, hevur vunnið dystin. Fyri at vinna eitt sett, skal ein fáa 25 stig, og samstundis vera 2 stig framman fyri mótsøðuliðið. Hvørt lið hevur loyvi til at røra bóltin tríggjar ferðir, men sami spælarin hevur ikki lov at røra bóltin tvær ferðir á rað. Men tað eru nøkur undantøk. Um ein spælari blokerar bóltin, tá mótstøðuliðið smasjar, telur tað ikki sum ein røring. Um ein spælarir tekur ímóti einum smashi ella servi, telur tað ikki sum ein røring.

Blokering

Ein blokering er, um ein spælari hoppar upp framman fyri netið og forðar mótspælarinum at sláa bóltin yvir netið. Tað er loyvt at hava hendurnar framman fyri netið hjá mótspælarinum, tá ein blokerar. Tað er loyvt, at tveir ella tríggir spælarir blokera, um allir eru framsíðuøki spælarir. Hetta kallast ein felags blokering. Ein blokering telur ongantíð, sum ein røring, sum tær tríggjar røringar eitt lið kann hava.

Keldur

  1. FBF.fo

Útvortis ávísingar

Fyrimynd:Link FA