Munurin millum rættingarnar hjá "Norðoyatunnilin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YurikBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: da:Nordøtunnelen
Euchiasmus (kjak | íkøst)
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Norðoyatunnilin Leirvík - Klaksvík.jpg|right|thumb|234px|Norðoyatunnilin Leirvík - Klaksvík]]
[[Mynd:Faroese stamp 567 Northern Isles Tunnel.jpg|thumb|Frímerki frá 12 juni 2006.]]
[[Mynd:Faroese stamp 567 Northern Isles Tunnel.jpg|thumb|Frímerki frá 12 juni 2006.]]
'''Norðoyatunnilin''' er annar undirsjóvartunnil og er longsti tunnil í [[Føroyar|Føroyum]]. Hann gongur undir [[Leirvíksfjørður|Leirvíksfjørð]] og bindur saman [[Eysturoy]] og [[Borðoy]]. Hann læt alment upp [[29. apríl]] [[2006]].
'''Norðoyatunnilin''' er annar undirsjóvartunnil og er longsti tunnil í [[Føroyar|Føroyum]]. Hann gongur undir [[Leirvíksfjørður|Leirvíksfjørð]] og bindur saman [[Eysturoy]] og [[Borðoy]]. Hann læt alment upp [[29. apríl]] [[2006]].

Endurskoðan frá 3. des 2006 kl. 21:54

Norðoyatunnilin Leirvík - Klaksvík
Frímerki frá 12 juni 2006.

Norðoyatunnilin er annar undirsjóvartunnil og er longsti tunnil í Føroyum. Hann gongur undir Leirvíksfjørð og bindur saman Eysturoy og Borðoy. Hann læt alment upp 29. apríl 2006.


Tunlar í Føroyum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Um tunnilin


Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir.

At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy.

Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í desembur 2003. Borðoyarmegin verður farið undir vegagerð eftir árslok í ár. Tíðarætlanin sigur, at sett verður á at bora tímegin í mars 2004.

Tilsamans fer tunnilsarbeiðið at kosta 355 milliónir krónur. Kostnaðurin verður endurskoðaður, tá ið øll tilboð eru komin. Landið rindar 235 milliónir við partapeningi, ið verður goldin fram til 2005. Tað, ið eftir er, verður fíggjað við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið.

Tunnilin verður 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið verður 150 metrar undir havyvirflatanum. Mesta hall verður umleið 6%.

Sambært fyribils metingum verður koyrandi um Leirvíksfjørð miðskeiðis í 2006.


Kelda www.tunnil.fo