Munurin millum rættingarnar hjá "Vága Floghavn"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:V%C3%A1gar_Airport%2C_Faroe_Islands.JPG|thumb|right|250px|Flogtornið]]
[[Mynd:V%C3%A1gar_Airport%2C_Faroe_Islands.JPG|thumb|right|250px|Flogtornið á Vága floghavn]]
[[Mynd:Faroe islands map with island names.png|thumb|right|250px|Staðseting av Vága Floghavn á føroyakorti]]
[[Mynd:Faroe islands map with island names.png|thumb|right|250px|Staðseting av Vága Floghavn á føroyakorti sæst sum tað reyða flogfarið á kortinum]]

'''Vága Floghavn''' er einasti flogvøllur í [[Føroyar|Føroyum]]. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.
'''Vága Floghavn''' er einasti flogvøllur í [[Føroyar|Føroyum]], og er hann staðsettur i [[Vágar|Vágunum]] omanfyri [[Sørvágur|Sørvág]]. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.


[[Flogfar|Flogfør]] flúgva hvønn dag ímillum [[Føroyar]] og útlondini.
[[Flogfar|Flogfør]] flúgva hvønn dag ímillum [[Føroyar]] og útlondini.

Endurskoðan frá 9. okt 2012 kl. 10:55

Flogtornið á Vága floghavn
Staðseting av Vága Floghavn á føroyakorti sæst sum tað reyða flogfarið á kortinum

Vága Floghavn er einasti flogvøllur í Føroyum, og er hann staðsettur i Vágunum omanfyri Sørvág. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.

Flogfør flúgva hvønn dag ímillum Føroyar og útlondini.

Søgan

Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir Seinna heimsbardaga. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið varð undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk. 1. juli 1963 lat floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Atlantic Airways fór í 1988 at flúgva millum Danmarkar og Føroya. Fyrstu tíðina átti danskt felag í flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flýgur nú eisini til t.d. Noregs, London, Reykjavíkar og Barcelona.

Í 7 mánaðir í 2006 fleyg FaroeJet millum Vága Floghavn og Kastrup floghavn, men gavst við hesum vegna fíggjarligum trupulleikar.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007. 1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi varð floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Frá 24. juli 2008 hevur floghavnin verið skipað sum partafelag við Landsstýrinum sum einasta eigara. [1]

Tann 3. desember 2011 varð longing av flogbreytini liðug[2]. Flogvøllurin fór tá frá at vera 1.200 m til at vera 1.799 m til longdar.

Keldur

  1. www.fae.fo: "Søgan"
  2. www.fae.fo: "Almenn móttøka á flogvøllinum"
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið