Munurin millum rættingarnar hjá "Svalbarð"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YFdyh-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: az:Şpisbergen
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur leggur aftrat: sco:Svalbard
Linja 111: Linja 111:
[[ru:Шпицберген]]
[[ru:Шпицберген]]
[[scn:Svalbard]]
[[scn:Svalbard]]
[[sco:Svalbard]]
[[se:Svalbárda]]
[[se:Svalbárda]]
[[sh:Svalbard]]
[[sh:Svalbard]]

Endurskoðan frá 1. okt 2012 kl. 12:50

Navn: Mynd:SysselmanLogo.jpg Svalbarð
Land: Noreg
Umsitingarmiðdepil: Longyearbýur
Guvernør: Odd Olsen Ingerø
Vídd: 62,700 km²
(Bjarnoy og aðrar
smáoyggjar íroknaðar).
Fólkatal (2009): 2 116
Heimasíða: Sysselmannen

Svalbarðnorskum Svalbard) er norskur oyggjaflokkur norðuri í Íshavinum. Svalbarð hevur umleið 2.100 íbúgvar. Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í 1920 fekk Noreg yvirvaldsrættin, tá ið Svalbarðssáttmálin var gjørdur. Fyrr var stór loðdýraveiða í oyggjunum, men einasta vinna nú er námsvinna. Russar hava nøkur kolanám í Spitsbergen. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs.

60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í arktiskum veðurlagi. Bara dýr, sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: hvítabjørn, roysningur, tjúrur, kópur, rípa, fjallrevur og svalbarðsrein. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.

Størstu búplássini eru Longyearbýurin, Barentsburg og Ný Ålesund. Skúlar eru á teim flestu búplássunum.

Søga

Í 1925 var Svalbarð við semju millum stórveldini og onnur avvarandi lond lagt undir norskt yvirvald og fyrisæti, tó so at fólk úr hinum semjulondunum kunna fáa virkisrætt. Oyggjarnar mugu ikki búgvast út hernaðarliga.

Sí eisini