Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: da:Steinbjørn B. Jacobsen
Linja 82: Linja 82:
[[Bólkur:Føroyskir ritstjórar]]
[[Bólkur:Føroyskir ritstjórar]]


[[da:Steinbjørn B. Jacobsen]]
[[en:Steinbjørn B. Jacobsen]]
[[en:Steinbjørn B. Jacobsen]]
[[fi:Steinbjørn B. Jacobsen]]
[[fi:Steinbjørn B. Jacobsen]]

Endurskoðan frá 28. sep 2012 kl. 17:16

Steinbjørn B. Jacobsen í Ranhøll í Sandvík í mai 2011, tá bókin Grund 3 kom út.

Steinbjørn Berghamar Jacobsen (f. 30. september 1937, Sandvík, d. 12. apríl 2012, Tórshavn[1]) var føroyskur rithøvundur. Beint eftir realprógvið, sum hann tók á Tvøroyri, fór hann til Grønlands við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði 1957 fór hann til Íslands. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til 30. juni 1958. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri Århus. Í 1959 byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole 1961/62, fimm mánaðir. Summarið 1961 tumlaði hann av Fjóni til Ålesund og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í Jotunheiminum. Summarið 1962 fór hann saman við fýra øðrum bilferð til Grikkalands, støðgaði 8 dagar í Jugoslavia, úr Grikkalandi við ferju til Suðuritalia, og so aftur til Danmarkar. Telttúrurin vardi 43 dagar.

Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert Løgstør í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, Skive. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við Sankta Frants skúla 1965/66. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Lærari í Húsavík 1966 til 1. apríl 1970. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til 1. august 1980 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna Fólkafylkingina móti EEC 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna Rithøvundafelagið 1967 og tá valdur í nevndina, har hann sat til 1979, mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið Gluggin kom út aftur í januar 1968, stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.

Saman við Gunnari Hoydal var hann ritstjóri á Varðanum 1977/81. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981 til 87 nevndarlimur í nýstovnaða Móðurmálslærarafelagnum. Summarið 1978 var hann ein mánað í USA, bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í Syðradali á Streymoynni apríl, mai og juni. Fast starv við Tórshavnar Kommunuskúla í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í 1990 var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum.

Útgávur

Bøkur

Við tær bøkurnar, hann sjálvur hevur givið út, er støddin á útgávuni nevnd.

  • Heimkoma, yrkingar 1966, 700 eintøk.
  • Fræ, yrkingar 1968, 500 eintøk.
  • Hønan og hanin, barnabók 1970, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.
  • Hin snjóhvíti kettlingurin, barnabók 1971, stóð á svenskum í Kammeratposten 1974, 2. útgáva 1987, tilsamans 5000 eintøk.
  • Mæið, barnabók 1972, 2. útgáva 1976 samstundis á norskum, 3. útgáva 1987, tilsamans 6000 eintøk.
  • Krákuungarnir, barnabók 1972, 4000 eintøk.
  • Kjøkr, yrkingar, 500 eintøk.
  • Lív og hundurin, barnabók 1974.
  • Á veg millum bygda, stuttsøgusavn 1975, 1000 eintøk.
  • Gráisteinur, barnabók 1975, 3000 eintøk.
  • Ivaliva og aðrir leikir, Ivaliva og einaktaran Fløskurnar leiktir í 1969, útgivnir 1975, 700 eintøk.
  • Skipið, sjónleikur, leiktur í 1975, týddur til íslendskt og leiktur í fijóðleikhúsinum 1977, kom út í bók 1982.
  • Hin reyða ryssan, barnabók 1979, í norskari týðing 1980.
  • Maria og rossið, barnabók (framhald) 1980, í norskari týðing 1982.
  • Tægr, yrkingar 1980.
  • Lív og dýrini, barnabók 1981.
  • Lív, yrkingar, ognað øllum ið missa, 1981, 1000 eintøk.
  • Mia og Eyð, barnabók 1981.
  • Tey bæði í húsinum, sjónleikur 1982, 1000 eintøk, leiktur sama ár.
  • Brá úr USA, ferðafrásøgn 1982.
  • Dia og Mia, lesibók 1982.
  • Reyða, barnabók 1983 (endin á ryssubókunum), á norskum 1985.
  • Læraramyndir, yrkingar 1984.
  • Hall, skaldsøga 1984, 1300 eintøk, 2. útgáva 1985, 500 eintøk.
  • Sí og Sú, barnabók 1985.
  • Trý leikrit, 1985, 500 eintøk.
  • Uni og Una, barnabók 1987.
  • Sí og Sú síggja, barnabók 1987.
  • Tungl, yrkingar 1987.
  • Vár og mánin, barnabók 1989, samprent við norskari og svenskari útgávu.
  • Kasta, skaldsøga 1991, 1200 eintøk.
  • Lítli Páll í Nólsoy, barnabók 1992.
  • Tvey systkin, barnabók 1993.
  • Eftir nátungum, barnabók 1993.
  • Bárður Jákupsson, listabók 1994.
  • Húsið o.a. stutt, sjónleikir 1997.
  • Tinna og Tám, heildaryrkingarsavn 1997.
  • Jólabørn, 24 barnasøgur, útvarpskalendarin 1999.
  • Nólsoyar Páll, sjónleikur 2000.
  • Eg eigi, barnabók 2001.
  • Karr, yrkingar 2001.
  • Grund 1, minnisbrot 2004.
  • Grund 2, minnisbrot 2005.
  • Soleiðis er, útvarpsleikur 2006.
  • Soleiðis er, útvarpsleikur. Hvørki leiktur ella útkomin.
  • Grund 3, minnisbrot 2011.
  • Den gode vilje, sjónvarpsleikur á donskum, saman við Gunnari Hoydal, 1976.
  • Náttúran og børnini, barnafilmshandrit, 1977.
  • Her eru vit, barnasangir á ljóðbandi, 1984.
  • Flytifuglur, savn við útlendskum yrkingum, saman við Heðini M. Klein, 1972.
  • Sjón og seiggj, heiðursrit til Erlend Patursson, saman við Heðini M. Klein, 1983.
  • Ung orð 1, 1984 og Ung orð 2, 1985, søvn, saman við Árna Dahl og Ásu Magnussen.
  • Hon kysti hann, savn við føroyskum ástaryrkingum, 1985.
  • Floygd orð 1 og Floygd orð 2, 1988, savn, saman við Árna Dahl, Ásu Magnussen og Páll Sivertsen.

Heiðurslønir

Keldur

  1. http://aktuelt.fo/grein/steinbjorn_b._jacobsen_deydur