Munurin millum rættingarnar hjá "Bakteria"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: hy:Բակտերիաներ
s r2.7.2) (bottur broytur: ilo:Bakteria
Linja 92: Linja 92:
[[ia:Bacterio]]
[[ia:Bacterio]]
[[id:Bakteri]]
[[id:Bakteri]]
[[ilo:Bacteria]]
[[ilo:Bakteria]]
[[io:Bakterio]]
[[io:Bakterio]]
[[is:Gerlar]]
[[is:Gerlar]]

Endurskoðan frá 8. sep 2012 kl. 05:51

Escherichia coli undir elektronmikroskopi.
Staphylococcus aureus undir elektronmikroskopi.
Streptococcus mutans undir mikroskopi, litaðar við Gram-liting.

Ein bakteria er ein einkyknað mikroskopisk lívvera. Bakteriur hoyra til prokaryotar verur og hava sostatt ongan kyknukjarna. Menniskjakroppurin hevur umleið tíggju ferðir fleiri bakteriukyknur enn menniskjakyknur í sær, serliga á húðini og í maga-tarm-kanalini. Tað finnast bæði óhættisligar og sjúkuelvandi (patogenar) bakteriur. Menniskju verða javnan smittað við sjúkuelvandi bakterium, men hetta er tíbetur lætt at viðgera, tí bakteriur kunnu vanliga drepast við antibiotika. Tað er tó vorðið alt meira vanligt, at bakteriur gerast antiobiotika-mótstøðuførar. Hetta kemst ivaleyst av, at menniskjan hevur ovurnýtt antiobiotiskan heilivág.

Skap

Bakteriur eru umleið tíggju ferðir minni enn eukaryotar kyknur og eru vanliga 0,5-5 mikrometrar til støddar. Tær kunnu hava ymisk skøp, t.d. rundar (coccus), avlangar (rod), S-formaðar (spirillum), snúraðar (spirochete) og tráðformaðar (filament).

Flokking

Bakteriur kunnu bólkast eftir samanseting av kyknuveggi í grampositivar og gramnegativar bakteriur. Tá man viðger bakteriur við Gram-liting gerast grampositivar bakteriur violettar og gramnegativar reyðar.

Nakrar ættir av grampositivum bakterium:

Actinomyces, Bacillus, Clostridium, Corynebacterium, Enterococcus, Lactobacillus, Listeria, Micrococcus, Mycobacterium, Staphylococcus, Streptococcus og Streptomyces.


Nakrar ættir av gramnegativum bakterium:

Enterobacter, Escherichia, Helicobacter, Hemophilus, Klebsiella, Legionella, Neisseria, Proteus, Pseudomonas, Salmonella, Shigella og Vibrio.

Eitur

Bakteriur kunnu hava trý ymisk sløg av eitur:

Exoeitur kunnu býtast í tríggjar bólkar: Cytolytisk, AB-eitur og superantigenir.

  • Endoeitur eru lipopolysaccharidir í uttara vegginum hjá gramnegativum bakterium og verða leyslatin, tá bakterian doyr (lyserar). Endoeitur eru ikki so kraftmikil sum exoeitur, men elva ofta til fepur, spýggju og diaré. Dømi um bakteriuættir við endoeitur eru Salmonella, Escherichia og Shigella.

Keldur

  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA