Munurin millum rættingarnar hjá "Washington"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
s Slóðir
Zorrobot (kjak | íkøst)
Linja 115: Linja 115:
[[ja:ワシントン州]]
[[ja:ワシントン州]]
[[jv:Washington (negara bagéyan Amérika Sarékat)]]
[[jv:Washington (negara bagéyan Amérika Sarékat)]]
[[ka:ვაშინგტონი (შტატი)]]
[[ka:ვაშინგტონის შტატი]]
[[ko:워싱턴 주]]
[[ko:워싱턴 주]]
[[ku:Washington (federedewlet)]]
[[ku:Washington (federedewlet)]]

Endurskoðan frá 6. sep 2012 kl. 08:37

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Olympia
Størsta býur: Seattle
Innlima: 11. november 1889
Guvernørur: Christine Gregoire (D)
Vídd: 184,827 km²
Íbúgvar (2011): 6,724,540
fyri km²: 34.20/km²
Tíðarzona: UTC -8 / -7 /
Heimasíða: www.access.wa.gov

Washington (enskt: State of Washington) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 6,7 mió. íbúgvar. Olympia er høvuðsstaðurin og Seattle er størsti býurin. Í 1889 bleiv hann lutstatur í USA. Í norðri hevur Washington mark við Kanada (landslutur: British Columbia), í eystri við Idaho, og í suðri við Oregon. Í vestri liggur Kyrrahavið. Eyknevni hansara er Hin Veturgrønstaturin (enskt: The Evergreen State).

Ein heitur streymur, sum kemur frá Ásia, ger, at vetrarnir her verða lýggir. Sumrini eru eisini oftast góð, men um heystarnar regnar ógvuliga illa, og ofta liggur skadda á fjøllunum.

Búskapur

Skogbrúk

Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur.

Só nógvur skógur veksur í Washington, at hann er 3/5 av allari víddini, tað mesta er nálaskógur. Í skógunum búgva mest veiðimenn, og kann tað vera ógvuliga langt millum teirra. Summir av veiðimonnunum eru eisini indiánar. Dýrum er nógv av. Har eru til dømis márar, bisamrottur, geypur, elgsdýr, bjarnir, bævrar, hjørtir, o.o. Í skóginum búgva eisini viðahøggarar, og so nógvur viður verður høgdur, at einki stat í USA flytur slíka nøgd av timbri út sum Washington. Nógv av viðinum verður málið til sellulosu og pappír. 1000 t. av pappíri gera tey størstu virkini um dagin.

Við hvørt kann tað henda, at eldur kemur í skógin, og tá kann brenna í fleiri dagar. Av slíkum eldi stendst ofta øgiligur skaði, og bæði í Oregon og Washington verður nógv gjørt fyri at fáa fólk, sum ferðast á skóginum, at ansa væl eftir eldi. Teir hava eisini bygt vakttorn í skóginum, har menn sita og boða frá, tá ið eldur er íkomin. Summastaðni nýta teir flogfør. Menn standa so altíð til reiðar at fara at sløkkja, og tá ið boðini koma, halda teir avstað, og vegurin er langur og ringt at koma fram, verður farið við flogfari, og so mugu sløkkingarmenninir fara niður frá flogfarinum í fallskíggja.

Mt. Rainier og Spegilsmyndvatn.

.

Sí eisini

 USA

Fyrimynd:Link FA