Munurin millum rættingarnar hjá "Sirið Stenberg"
EileenSanda (kjak | íkøst) Setti eina mynd inn |
EileenSanda (kjak | íkøst) s →Keldur |
||
Linja 41: | Linja 41: | ||
[[Bólkur:Føðingar í 1960-árunum]] |
[[Bólkur:Føðingar í 1960-árunum]] |
||
[[Bólkur:Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar]] |
[[Bólkur:Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar]] |
||
[[Bólkur:Løgtingslimir]] |
|||
[[no:Sirið Stenberg]] |
[[no:Sirið Stenberg]] |
Endurskoðan frá 22. aug 2012 kl. 21:27
Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) úr Vági er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni.
Álitisstørv
- Løgtingslimur 2011 -
- Býráðslimur 2009 -
- Limur í Føðiskipanarnevnd fyri Føroyar 2008-2011
- Varalimur í Høvuðsbarnaverndarnevndini fyri Føroyar 2006-2008
- Leiðari á Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið 2006-2008[1]
Nevndarsessir í Løgtinginum 2011 - 2015
- Formaður í Landsstýrismálanevndini
- Limur í Trivnaðarnevndini
- Varalimur í Mentanarnevndini
- Varalimur í Lokalnevndini
Nevndarsessir í Vágs Býráð
- Forkvinna í Mentanarnevndini
- Limur í Sosialu nevnd[2]
Nevndarsessir í øðrum ikki kommunalum nevndum, har Vágs Býráð hevur umboð
- Sjálvognarstovnurin Eldrasambýlið í Vági
- Ferðslunevndin
- Felagið Stóra Pakkhús
- Bygginevndin fyri Ellis- og Røktarheimið
Frítíðarítriv
Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[3] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.
Privat
Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.