Munurin millum rættingarnar hjá "South Park"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: mn:South Park
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur broytur: la:South Park
Linja 63: Linja 63:
[[ja:サウスパーク]]
[[ja:サウスパーク]]
[[ko:사우스 파크]]
[[ko:사우스 파크]]
[[la:Ager Austri]]
[[la:South Park]]
[[lt:Pietų Parkas]]
[[lt:Pietų Parkas]]
[[lv:Dienvidparks]]
[[lv:Dienvidparks]]

Endurskoðan frá 19. aug 2012 kl. 04:28

Mynd:SouthParkHD.png
South Park
Mynd:South-park.jpg
Stan Marsh, Kenny McCormick, Eric Cartman og Kyle Broflovski.

South Park er ein amerikanskur kult sjónvarpsteknirøð. South Park, sum snýr seg um fýra smádreingir í býnum av sama navni í Colorado, hevur skapt stóra øsing líka síðani røðin byrjaði í 1997. Men, sum so ofta er støðan við øsandi tilfari, hevur hetta skapt ein stóran skara av kult fjepparum. Teir báðir menninir handan South Park, Matt Stone og Trey Parker eru kendir fyri at arbeiða við ymisku pørtunum heilt til freistina soleiðis, at teir fáa tikið nýggjastu samfelagsmenningina við.

Tey fyrstu fimm árini, varð Kenny, ein av høvuðspersónunum, dripin á mangar ymsar groteskar hættir – og altíð við útsøgnini "Oh my God, they killed Kenny!" í kjalarvørrinum. Men so aftan á fimm ár, máttu Trey Parker og Matt Stone gera ein nýggjan persón, tí teir høvdu ikki fleiri hugskot til, hvussu Kenny skuldi doyggja. Teir manglaðu kreativa inspiratión.

Hóast hyggjararnir verða noyddir at síggja tríggjar lýsingar í hvørjum parti, so man tað óivað koma væl við, at søgan um lívið hjá teimum fýra dreingjunum nú verður tøk á netinum – fullkomiliga ókeypis og lógligt. Tað er almenna heimasíðan hjá South Park røðini, ið hevur gjørt partarnar tøkar fyri øll at heinta. Heimasíðan er www.southparkstudios.com.

South Park hevur gjørt gjøldur úr jødum, katolikkum, mormonum, gudloysingum og nógvum, nógvum øðrum.

Aldursgrensa

Kanada - 18 ár
Nýsæland - 16 ár
Pólland - 18 ár
Skandinavia - 15 ár
Stóra Bretland - 15 ár
Týskland - 16 ár
Ungarn - 18 ár
USA - 18 ár

Slóðir úteftir

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA