Munurin millum rættingarnar hjá "Hanus G. Johansen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 16: Linja 16:
* [http://www.aldubaran.com/Discography/Flogur/fra%20leddiken.html Aldubaran.com]
* [http://www.aldubaran.com/Discography/Flogur/fra%20leddiken.html Aldubaran.com]
* [http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=22&Action=1&NewsId=723&currentPage=18&PID=3776 Nordlysid.fo]
* [http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=22&Action=1&NewsId=723&currentPage=18&PID=3776 Nordlysid.fo]
HØRPUSPÆLARIN 2010


== Slóðir úteftir ==
== Slóðir úteftir ==

Endurskoðan frá 12. aug 2012 kl. 15:36

Hanus G. Johansen syngur í Stóra Pakkhúsi í Vági í 2010.

Hanus G. Johansen er føddur í Klaksvík 18. juni 1950. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførir onkuntíð við Aldubáruni og hevur eisini sungið saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi. Hanus er eisini kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Poul F. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløva (CD) 20 ár seinni í 2008.[1]

Útgávur

  • "Eitt blað eg á kann skriva", Juni 2010, EP-fløga við løgum eftir Hanus G. Johansen og tekstum eftir Hans Jákup Glerfoss. Fløgan kom út tann dagin Hanus fylti 60 ár á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum.
  • Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F. LP og kassetuband í 1988. CD í 2008.[2]
  • Bouquet - Hanus G. Johansen & Aldubáran. CD, útgivin 2000, tað árið Hanus fylti 50 ár.[3]
  • Hanus G. Johansen & Aldubáran - "frå leddigen - Jakob Sande-dikt i færøysk tonedrakt. CD, útgivin 2006, 100 ár eftir at Jakob Sande varð føddur.[4]
  • Nósi - Kristian Blak (Barnafløga)
  • Ung um aldarmóti. [5]
  • Syng bara við - Kristian Blak & children. Upprunaliga útgivin sum LP í 1985, seinni útgivin sum CD.
  • HØRPUSPÆLARIN 2010 Hanus syngur Poul F. yrkingar og hevur henda fløga fingið bestu ummæli og sigst at vera ein varði í føroya tónlistasøgu.

Keldur

  1. Rateyourmusic.com
  2. Rateyourmusic.com
  3. Aldubaran.com, Bouquet
  4. Aldubaran.com, frå leddiken
  5. TUTL.com

Slóðir úteftir