Munurin millum rættingarnar hjá "Atopiskt eksem"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur broytur: eo:Atopia dermatito
RedBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: ky:Нейродермит
Linja 33: Linja 33:
[[it:Dermatite atopica]]
[[it:Dermatite atopica]]
[[ja:アトピー性皮膚炎]]
[[ja:アトピー性皮膚炎]]
[[ky:Нейродермит]]
[[lij:Dermatite atopica]]
[[lij:Dermatite atopica]]
[[lt:Neurodermitas]]
[[lt:Neurodermitas]]

Endurskoðan frá 7. aug 2012 kl. 17:01

Barnaeksem.

Barnaeksem er ein sjúka, sum hevur við sær sviða, turra húð og til tíðir eksem. Sjúkan hevur nógv ymisk nøvn, t.d. atopisk eksem, atopisk dermatitis og prurigo besnier.

Børn við barnaeksem mangla tey natúrligu fitievnini í húðini, sum líma húðkyknurnar saman. Av hesari grund dampar fukturin lættliga frá húðini, og verður tí turr og rúðrut.

Orsøkir til barnaeksem

Bæði arvur og umhvørvi eru orsøk til, at summi børn útvikla barnaeksem. Flestu børn við barnaeksem hava foreldur ella systkin við háfepur, astma ella barnaeksem.

Arvur

Um ein av foreldrunum hevur ella hevur havt astma, háfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 26 %.

Um bæði foreldrini hava ella hava havt astma, háfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 40 %.

Umhvørvi

Uml. 20 % av børnum, fødd í Danmark, útvikla barnaeksem. Í 1960 var talið 3 %. So statt er mongdin av tilburðum undir sterkum vøkstri. Av tí at tær arvuligu orsøkirnar ikki eru munandi broyttar síðstu árini, halda granskarir, at umhvørvið má vera orsøk til mongu tilburðarnar. Enn vita granskarir tó ikki hvat tað er, sum er orsøk til barnaeksem, men síggja at vøksturin av tilburðum er stórstur í londum við vesturlendskum lívstíli.