Munurin millum rættingarnar hjá "Lýðveldið Norðurmakedónia"
s r2.7.3) (bottur broytur: pl:Republika Macedonii |
s r2.7.2) (bottur broytur: pl:Macedonia |
||
Linja 198: | Linja 198: | ||
[[pap:Macedonia]] |
[[pap:Macedonia]] |
||
[[pih:Repablik o' Masedoenya]] |
[[pih:Repablik o' Masedoenya]] |
||
[[pl: |
[[pl:Macedonia]] |
||
[[pms:Macedònia]] |
[[pms:Macedònia]] |
||
[[pnt:ΠΓΔΜ]] |
[[pnt:ΠΓΔΜ]] |
Endurskoðan frá 6. aug 2012 kl. 10:08
| |||
Tjóðarslagorð: Слобода или смрт | |||
Tjóðsangur: Denes Nad Makedonija | |||
Alment mál | Makedonskt og Albanskt | ||
Høvuðsstaður | Skopje | ||
Presidentur | Branko Crvenkovski | ||
Forsætisráðharri | Nikola Gruevski | ||
Fullveldi | 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
25,333 km² 1.9 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2006 - tættleiki |
2 038 514 79/km² | ||
Gjaldoyra | Makedonskt denar (MKD) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mk | ||
Telefonkota | +389
| ||
Lýðveldið Makedónia(enskt the former Yugoslav Republic of Macedonia), er land í Eysturevropa.
Søga
Makedónia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna granna sín sum sjálvstøðugt land. Sama gjørdi Grikkaland, ið sigur seg hava hevdsrætt at nýta navnið Makedónia um Norðurgrikkaland - hetta hevði við sær, at tá landið fekk ST limaskap var tað undir enska heitinum "The former Yugoslav Republic of Macedonia". Avleiðingarnar av ósemjuni eru, at bæði Serbia og Grikkaland hava stongt markið til Makedónia.
Politikkur
Mentan
Búskapur
Lýggja miðjarðarhavsveðurlagið ger, at fruktgrøðin er tíðliga staðin, og bummull, tubbak og rís vaksa eisini væl. Mongu vatnorkuverkini veita klædna-, evnfrøði- og stálídnaðinum ravmagnsorku.
Landafrøði
Í hálendinum í útsynningspartinum í Makedónia eru av vakrastu vøtnum í Evropa. Fyri kríggið, tá ið ferðavinnan blómaði í gamla Jugoslavia, komu mong ferðafólk til Ohridvatn og Prespavatn, ið er heldur minni, at njóta yndisligu náttúruna og síggja gomlu smábýirnar fram við vøtnunum. Nógvur fiskur er í báðum vøtnunum, vanligastu sløgini eru karpa, eyðrriði og álur. Á Prespavatni er stórt fuglameingi, m.a. pelikanur og skarvur.
Jarðfrøði
Høvuðsstaðurin Skopje er bygdur beint har, ið fleiri jarðfrøðiligar umskaringar ganga saman, og tí er vandin fyri jarðskjálvta stórur. Fýra ferðir er býurin illa farin av jarðskjálvta. Seinast var í 1963, tá varð býurin mest sum oyðilagdur i í einum skjálvta, ið varð máldur til 6,8 á Richter-talvuni. Gamli turkiski býarparturin - elstu húsini eru frá 1392 - fekk tíbetur ongan skaða.
Býir
- Skopje (507 000)
- Kumanovo (105 000)
- Bitola (95 000)
- Tetovo (87 000)
- Gostivar (81 000)
- Prilep (77 000)
- Ohrid (56 000)
- Veles (55 000)