Munurin millum rættingarnar hjá "Tindhólmur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Góð mynd av tindunum + broytt bólk
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Tindhólmur silhouette.jpg|thumb|Tindhólmur er størsti hólmur í [[Føroyum]].]]
[[Mynd:Tindhólmur silhouette.jpg|thumb|Tindhólmur er størsti hólmur í [[Føroyum]].]]
[[Mynd:Tindholmur,_Faroe_Islands_(1).JPG|thumb|Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.]]

'''Tindhólmur''' er ein [[Hólmar í Føroyum|hólmur]] í [[Føroyar|Føroyum]]. Tindhólmur er ein av oyggjunum í [[Føroyar|Føroyum]], sum mong hava sæð, men fá vitja. Kemur ella fer ein við flogfari, er tað ofta, at man flýgur framvið Tindhólmi. Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini [[Bøur|Bø]], hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir [[Ytstitindur]], [[Arnatindur]], [[Lítlitindur]], [[Breiðitindur]] og [[Boygditindur]]. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni ''Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi'', og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.

Linja 11: Linja 13:
{{commons|Tindhólmur}}
{{commons|Tindhólmur}}

[[Bólkur:Føroyar]]
[[Bólkur:Vágar]]
[[Bólkur:Hólmar og sker í Føroyum]]
[[Bólkur:Hólmar og sker í Føroyum]]

Endurskoðan frá 5. aug 2012 kl. 12:36

Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum.
Tindarnir í Tindhólmi ein mjørkadag.

Tindhólmur er ein hólmur í Føroyum. Tindhólmur er ein av oyggjunum í Føroyum, sum mong hava sæð, men fá vitja. Kemur ella fer ein við flogfari, er tað ofta, at man flýgur framvið Tindhólmi. Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini , hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.

Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð.

Keldur til søgnina um ørnina í Tindhólmi

  • Weihe, A.: Tjóðminni (1938), s. 14
  • Tømmeraas, Per J.: Ørnen (1997), s. 120-121
  • Kletti, Pól á: Ørnin - ein barnarænari. Grein í Dimmalætting (íleggið Skái) 26. januar 2002
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið