Munurin millum rættingarnar hjá "Skotskt gæliskt (mál)"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: jv:Basa Gaelik Skotlandia
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (Bottur: Broytir oc:Escocés til oc:Gaelic escocés
Linja 121: Linja 121:
[[no:Skotsk-gælisk]]
[[no:Skotsk-gælisk]]
[[nrm:Êcôssais]]
[[nrm:Êcôssais]]
[[oc:Escocés]]
[[oc:Gaelic escocés]]
[[os:Шотландиаг (гэлаг) æвзаг]]
[[os:Шотландиаг (гэлаг) æвзаг]]
[[pl:Język gaelicki szkocki]]
[[pl:Język gaelicki szkocki]]

Endurskoðan frá 29. jul 2012 kl. 18:48

Skotskt gæliskt talarar í prosentum uppá øki í 2001.

Skotskt gæliskt (Gàidhlig, Scottish Gaelic, Gaelic) Goideliskt (gæliskt) mál. Var uppruna tungumálið hjá Hálands skotum, men er nú avloyst av enskum flestastaðni. Verður framvegis tosað í Vestaruoyggjunum (Western Isles), serliga á Isle of Skye og Suðuroyggjum (Outer Hebrides). Tó eru flestu ið tosa Skotskt gæliskt búsett í Glasgow. Sambært skotskum manntali í 2001 søgdu 1,9 prosent, ið eru 92.400 av skotunum, seg antin duga ella skilja gæliskt. Av hesum dugdu 58.652 at tosa gæliskt.

Við viðtøkuni "the Gaelic Language (Scotland) Act 2005" hevur gæliskt fingið ávísan almennan status í Skotlandi. Gæliska málið er formliga viðurkent sum tungumál, ið skotskir ráðharrar kunnu tosa á fundum við embætisfólk í ES.


Gælisk orð í føroyskum

blak/blaðak (av mjólk) - blàthac
drunnur - dronn
dunna - tunnag
grúkur - gruaig
lámur - làmh
sornur (sornhús) - sorn
tarvur - tarbh
ærgi - àirge


Mini orðabók:

  • Fiskur - iasg
  • krabbi - partan
  • maður - duine, fear
  • kvinna - boireannach, bean
  • hundur - cu
  • oyggj - eilean, inis
  • fjall - monadh, beinn
  • fjørður - loch, bagh, ob
  • vatn - loch, lochan, poll
  • góður - math
  • hann er góður - tha e math
  • eg - mi
  • tú - thu/tu
  • hann - e
  • hon - i
  • vit - sinn
  • tit - sibh
  • tey - iad
  • Hvussu eitir tú? - Dé an t-ainm a' th'ort?
  • Eg eiti... - is mise...
  • Hvussu gongur tað? Ciamar a tha thu?/
  • Mær gongst væl, takk, og tygum? Tha mi gu math, tapadh leat, agus thu fhéin?
  • Hvar býrt tú? - Caite bheil thu a' fuireach?
  • Eg bugvi í... - tha mi a' fuireach ann...
  • Góðan morgun - madainn mhath
  • Góðan dagin - làtha math
  • Gott kvøld - feasgar math
  • Góða nátt - oidhche mhath
  • Farvæl! - Beannachd leibh!

Nær skyldt við Írskt og Manskt.

Tvímælt skelti á skotsk-gæliskum og enskum.