Munurin millum rættingarnar hjá "Georgius"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur broytur: ar:جرجس
HerculeBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: lij:San Zorzo
Linja 55: Linja 55:
[[la:Georgius (sanctus)]]
[[la:Georgius (sanctus)]]
[[li:St. Joris]]
[[li:St. Joris]]
[[lij:San Zorzo]]
[[lt:Šv. Jurgis]]
[[lt:Šv. Jurgis]]
[[lv:Svētais Juris]]
[[lv:Svētais Juris]]

Endurskoðan frá 12. jul 2012 kl. 10:14

Sankta Jørundur vegur drekan.

Sankta Jørundur (eisini Sankta Georg, danskt Sankt Jørgen), († uml. 275 – 280 (Lydda ella Kappadokia) - * 23. apríl 303 í Dispolis,Syria Palaestina (betur kent sum Judæa Ísrael)) var ein rómverskur hermaður ið gjørdist kristin pínslarváttur undir forfylgingum keisara Diocletians.

St. Jørundur sum halgimenni

Sankta Jørundur er eisini halgimenni, Sankta Jørundsdagur er 23. apríl, og hann er mettur vera eitt tað mest víðagitna hernaðarhalgimenni. Eisini eru fleiri lond og landspartar ið hava hann sum verndarhalgimenni, m.o.: Aragon, Catalonia, Ongland, Etiopia, Georgia, Grikkaland, India, Irak, Litava, Palestina, Portugal, Serbia og Russland, eins og býirnir Genoa, Amersfoort, Beirut, Fakiha, Bteghrine, Cáceres, Ferrara, Freiburg, Kumanovo, Ljubljana, Pomorie, Preston, Qormi, Rio de Janeiro, Lod, Barcelona, Moskva, Tamworth og maltesiska oyggin Gozo, somuleiðis er hann verndarhalgimenni fyri fleiri fakøki, felagsskapir og sjúklingar.

St. Jørundur og drekin

Søgnin um Sankta Jørund og drekan, finst í fleiri útgávum. Hon kom til Vestureuropa við krossfararum ið komu heimaftur úr heilaga landinum.

Ein av hesum søgnum sigur frá, at Jørundur bjargaði staðnum "Silene" í Libya undan einum dreka. Í staðnum var ein hylur til støddar sum vatn, har ein sóttarberandi dreki dvøldist og hesin drekin eitraði alt umhvørvið. Til tess at tekkjast drekanum plagdi fólkið í Silene at fóðra hann við tveimum seyðum um dagin, og væntaði teim seyður, fóðraðu tey hann við teirra egnu børnum, útvald við lutakasti. Einaferð fall lutakastið á dóttur kongs, sum ið nøkrum søguútgávum verður rópt "Sabra". Kongsdótturin varð leidd til vatnið íklødd sum brúður, at verða føði drekans. Í hesi stund reið Sankta Jørundur framvið vatninum, kongsdóttirin bað hann flýggja, men hann noktaði. Tá drekin kom upp úr vatninum, risti Jørundur fyri sær kross og bjóðaði drekanum av, sitandi á rossabaki. Jørundur særdi drekan og bað prinsessuna binda belti um hálsin á honum. Tá prinsessan so gjørdi, fylgdi drekin henni eins og var hann seyður. Jørundur og prinsessan leiddu drekan inn í staðin Silene og fólk blivu ræslusligin tá tey sóu hann. Men Sankta Jørundur ákallaði tey og segði at um tey samtyktu at gerast kristin og lótu seg doypa, so vildi hann drepa drekan. Kongurin og fólkið í Silene gjørdust kristin og Jørundur vág drekan, og máttu fýra oskatrektir vognar til at koyra ræið út úr staðnum. Fimtan túsund menn, umframt kvinnur og børn, vórðu doypt til kristindómin. Á staðnum har drekin doyði lat kongur byggja kirkju ognað Hini Sælu Mariu Moy og Sankta Jørundi, og frá altari hennara sprakk kelda hvørs vatn lekir allar sjúkdómar.

Traditionelt hevur svørðið ið Jørundur vág drekan við verið kallað "Ascalon", navngivið eftir býnum Ashkelon í Ísrael. Av hesi orsøk fekk persónliga flogfar Winston Churchills undir seinna veraldarbardaga navnið Ascalon, tí Sankta Jørundur er verndarhalgimenni Onglands.

St. George's Cross

St. George's Cross, flagg Onglands.

St. George's Cross (Krossur Sankta Jørunds) er reyður krossur á hvítum fána. Hann er vorðin flagg og býarmerki í fleiri londum og støðum har Jørundur er verndarhalgimenni, t.d. í Onglandi, Georgia, Aragon, Grikkalandi, Genoa og Barcelona.

Leinki úteftir