Munurin millum rættingarnar hjá "Wyoming"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: se:Wyoming
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (Bottur: Broytir br:Wyoming (stad) til br:Wyoming
Linja 87: Linja 87:
[[bo:ཝ་ཡོ་མིང་།]]
[[bo:ཝ་ཡོ་མིང་།]]
[[bpy:ৱাইওমিং]]
[[bpy:ৱাইওমিং]]
[[br:Wyoming (stad)]]
[[br:Wyoming]]
[[bs:Wyoming]]
[[bs:Wyoming]]
[[ca:Wyoming]]
[[ca:Wyoming]]

Endurskoðan frá 11. jul 2012 kl. 02:10

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Cheyenne
Størsta býur: Cheyenne
Innlima: 10. juli 1890
Guvernørur: Matt Mead (R)
Vídd: 253,348 km²
Íbúgvar (2011): 563 626
fyri km²: 2.08/km²
Tíðarzona: UTC -7 og UTC -6
Heimasíða: www.wyoming.gov

Wyoming (enskt: State of Wyoming) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 552 túsund íbúgvar. Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur hann mark við Montana, í eystri við South Dakota og Nebraska, í suðri við Colorado og Utah, og í vestri við Utah og Idaho. Í 1890 bleiv Wyoming lutstatur í USA. Eyknevnir hansara eru Javnrættstaturin (enskt: Equality State) og Neytadrongsstaturin (enskt: Cowboy State). Hægsta punktið eitur Gannett Peak (2,157 m.).

Stór fylgi av bisonoksum ganga trygt á biti í Norðurvestur-Wyoming, tí har er ikki loyvt at skjóta teir. Eisini onnur súgdjór sum til dømis bjørnin, fáa friðskjól har.

Landalæra

Í Wyoming liggur tann avbera flotta tjóðarlundin, Yellowstone National Park. Tjóðarlundin er tann fyrsta tjóðarlundin í Amerika og eisini tann fyrsta tjóðarlundin í øllum heiminum. Hon er 8,987 km² til víddar. Har liva bæði bisonoksar, krúnhjørtar, úlvar, bjarnir, elgar og nógv onnur. Yellowstone Caldera er eisini í sama øki.

Mentan

Cowboyar

Útgerð hansara var ein snara, sporar, saðil og stivlar. Vanliga fingu teir hesa útgerð á gørðunum, men summir cowboyar settu æru í at eiga hest, og nógvir høvdu eisini byrsu ella pistól at verja seg fyri indiánum.

Í nógvum amerikonskum filmum sært tú cowboyar, ið liva eitt sera spennandi lív og doyggja sum hetjur. Men í veruleikanum var lív teirra skittligt, hart og vandamikið. Millum 1860 og 1895 savnaðu teir saman villar bisonoksar í stór neytafylgi á teimum stóru vallfløtunum í Wyoming, og róku tey til býirnar at drepa og selja.

Teir sótu á hestbaki næstan allan dagin og máttu tola storm, kulda og hita og stríðast við neytatjóvar, indiánar og niðursetumenn. Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt. Samstundis vóru jarnbreytir lagdar, so neytaflutningurin varð høgligari. Hetta hevði við sær, at cowboyarnir høvdu minni at gera í Wyoming.

Enn eru cowboyar í Wyoming. Teir arbeiða á stóru gørðunum, ið ala drápsneyt. Summir garðar eru so stórir, at tað hevði vart fleiri dagar at riðið tvørtur um økið. Tí nýta nútíðar "cowboyar" tyrlur og akfør, ið kunnu koyra á ósløttum lendi, tá ið teir skulu røkta neytini.

Vár og heyst vórðu stevnur hildnar, har cowboyar høvdu kappingar og sýningar sínámillum. Hesar sýningar verða nú nevndar rodeo. Á slíkari stevnu eru kappingarnar hesar - at taka kálvar við snarulykkju, tarvariðing, tarvadystur (benda tarvin um rygg), riða á ótamdum hesti, saðlaðum og ósaðlaðum. Nútíðar rodeo í Wyoming er eisini kappkoyring við forðingum, vatngravum, o.t.

Myndir

Sí eisini

 USA