Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Jump to navigation Jump to search
No change in size ,  8 ár síðan
s
''Høvuðsgrein: [[Sveisiskur Búskapur]]''
 
Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, [[Geneve]], við [[Genevevatn]]. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu [[Reyði Krossur]], [[HeimsheilsustovnurinHeims Heilsustovnurin]] (WHO) og høvuðsdeild [[ST]] í [[Evropa]]. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast lítil rávøra er í landinum, er Sveis týdningarmikið ídnaðarland. Mong teirra, ið arbeiða í ídnaðinum, eru serútbúgvin at gera ídnaðarvørur, sum eru dýrar og viga lítið. Meginparturin av tí, gjørt verður, verður flutt út, tí at heimamarknaðurin er lítil.
 
=== Landbúnaður ===
 
Landbúnaðarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, men niðri í fruktagóðu dølunum verður nógv velt og dyrkað, og í lýggju líðunum, ið horva suðureftir, dyrka bøndurnir frukt og vínber. Vanligt er at hava mjólkarframleiðslu her um leiðir. Neyt, [[seyður]] og geitir verða tíðliga slept út á tað gróðrarmikla summarbeitið uppi í hálendinum og verða tikin oman aftur í dalarnar um heystið. Mjólkin verður kæsað til ymisk ostasløg, til dømis ''emmentaler''.
 
== Hygg eisini at ==

Navigatiónsskrá