Munurin millum rættingarnar hjá "Sagrada Família"
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: war:Sagrada Família |
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: lv:Svētās Ģimenes baznīca |
||
Linja 52: | Linja 52: | ||
[[lb:Sagrada Familia]] |
[[lb:Sagrada Familia]] |
||
[[lt:Barselonos Šv. Šeimynos bažnyčia]] |
[[lt:Barselonos Šv. Šeimynos bažnyčia]] |
||
[[lv:Svētās Ģimenes baznīca]] |
|||
[[mk:Црква Саграда Фамилија]] |
[[mk:Црква Саграда Фамилија]] |
||
[[nl:Sagrada Família]] |
[[nl:Sagrada Família]] |
Endurskoðan frá 6. jun 2012 kl. 11:32
Sagrada Família er kirkja í Barcelona í Katelónia, Spania. Kirkjan í Barcelona er millum heimsins kendastu kirkjur, hetta hóast hon ikki er liðug enn. Hon hevur verið í gerð í 125 ár. Kendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudí (25. juni 1852 – 10. juni 1926), teknaði kirkjuna, og byggingin byrjaði í 1883. Gaudí doyði í 1926, og fleiri av fremstu innan sponsku mentanarelituna halda, at byggingin skuldi verið steðgað longu tá. Seinastu metingarnar siga, at kirkjan kann verða liðug í 2030.
Ein bólkur við 400 limum úr sponsku mentanarelituni krevur nú, at steðgast skal beinanvegin, tí nógvar broytingar eru framdar, sum sambært teimum ikki eru í tráð við andan hjá Gaudí. Antoni Gaudí tók ætlanir sínar við í grøvina, tá hann í 1926 varð yvirkoyrdur av einum sporvogni og lat lív 74 ára gamal. Síðan hava aðrir arkitektar strevast við at fullføra verkið, men hetta hevur ikki verið lætt, tí Gaudí broytti fleiri ferðir ætlanir sínar. Eisini oyðiløgdu anarkistarnir tekningar undir borgarakrígnum í 30-unum, so arkitektar nú arbeiða við endurskapanum av uppruna tekningunum.