Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurkorea"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
AvocatoBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ne:उत्तर कोरिया
AvocatoBot (kjak | íkøst)
Linja 71: Linja 71:
[[ast:Corea del Norte]]
[[ast:Corea del Norte]]
[[az:Koreya Xalq Demokratik Respublikası]]
[[az:Koreya Xalq Demokratik Respublikası]]
[[bar:Nordkorea]]
[[bat-smg:Šiaurės Kuoriejė]]
[[bat-smg:Šiaurės Kuoriejė]]
[[bcl:North Korea]]
[[bcl:North Korea]]
Linja 149: Linja 150:
[[lad:Korea del Nord]]
[[lad:Korea del Nord]]
[[lb:Demokratesch Volleksrepublik Korea]]
[[lb:Demokratesch Volleksrepublik Korea]]
[[lez:Кореядин Халкьдинни-Демократиядин Республика]]
[[lez:Кеферпатан Корея]]
[[li:Noord-Korea]]
[[li:Noord-Korea]]
[[lmo:Corea del Nòrd]]
[[lmo:Corea del Nòrd]]

Endurskoðan frá 18. mai 2012 kl. 16:08

Chosŏn Minjujuŭi Inmin Konghwaguk
Tann Demokratiska Fólkarepublikkin Korea
Flagg Norðurkorea
(Flagg Norðurkorea)
Skjaldarmerki Norðurkorea
(Skjaldarmerki Norðurkorea)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Aegukka
Alment mál Koreanskt
Høvuðsstaður Pyongyang
Forseti Kim Yong-nam
Formaður Kim Jong-un
Fullveldi 15. august 1945 (frá Japan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
120 540 km²
0,1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
23 301 725
182,5/km²
Gjaldoyra won
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .kp
Telefonkota +850

Tann Demokratiska Fólkarepublikkin Korea, vanliga nevnt Norðurkorea, bleiv grunnlagt í 1948 við Kim Il Sung sum ovasta leiðara. Norðurkorea er eitt sera isolera land, har eitt ferðfólk ikki kann ferðast frítt, men skal hava 1-2 ferðaleiðarar sum fylgja einum allastaðni.

Søga

Koreakríggi

Koreakríggi byrjaði 1950 og endaði í 1953 við vápnahvíld, men ikki eini friðaravtalu. Tað doyðu umleið 3 milliónir koreanarar í hesum kríggji. Norðurkorea fekk hjálp frá m.ø. Kina og Suðurkorea fekk hjálp frá USA. Formelt sæð er tað enn kríggj millum USA og Suðurkorea á eini síðu og Norðurkorea á hinari, tí at eingin friðaravtala er undirskriva.

Eftir Koreakríggji var øll orka løgd í at skapa búskaparligan vøkstur og stýri førdi kampanjur til at fremja hetta. Ein av hesum kampanjum var Chollima kampanjan. Chollima kemur mytologiiðni og er ofta myndaður sum ein hestur við veingjum, sum ríður skjótt. Hetta skuldi ímynda tað ferð sum búskaparligi vøksturin skuldi hava.

Kreppa

Síðan Sovjetsamveldið fór í søguna í 1989-1991 hevur verði búskaparlig kreppa í Norðurkorea. Eisini hevur Norðurkorea verði rakt av náttúruvanlukkum. Hetta hevur havt hungursneyð við sær.

Politikkur

Juche er politiska hugsjónin í Norðurkorea og er smíðja av Kim Il-sung. Juche stendur fyri at stóla uppá egna megi sum tjóð. Tað vil siga at man hevur sjálvforsýnandi búskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik og harvið ein herð sum er nóg sterkur til at verja landið móti álopum. Songun er eitt hugtak, sum hevur verði brúkt tey seinnu árinið í Norðurkorea. Tað merkir stutt sagt "herurin fyrst" og hevur havt tað við sær at herurin er voksin seinnu árini og hevur fingið meira ressorsir at ráða yvir.

Eingin veit serliga nógv um ein av seinastu kommunistisku skansunum, norðurkoreanska Kim Jong-il. Hann verður so at siga bert avmyndaður av norðurkoreanskum statsmiðlum og altíð í eins klæðum og brillum. Norðurkorea hevur í áravís verið mett sum ein tann størsta hóttanin móti vesturheiminum, og óteljandi altjóða royndir eru gjørdar at steðga eitt nú ætlanunum við kjarnorkuvápnum hjá Kim Jong-il. Sum lukkað land er torført at siga nakað fyri vist, men ágangur, torturur og ekstremt fátækradømi er gerandisdagur í Norðurkorea.

Politiskir flokkar

Koreanski Arbeiðaraflokkurin sum hevur dominerandi politiska makt. Aðrir flokkar eru Chindokio Chongu flokkurin og Koreanski Social-demokratiski flokkurin. Hesir flokkar eru í tjóðskaparligari fylking saman við Koreanska Arbeiðaraflokkinum.

Sí eisini