Munurin millum rættingarnar hjá "Virginia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: zu:Virginia
AvocatoBot (kjak | íkøst)
Linja 158: Linja 158:
[[mrj:Виргини]]
[[mrj:Виргини]]
[[ms:Virginia]]
[[ms:Virginia]]
[[my:ဗာဂျီးနီးယားပြည်နယ်]]
[[nah:Virginia]]
[[nah:Virginia]]
[[nds:Virginia]]
[[nds:Virginia]]

Endurskoðan frá 14. mai 2012 kl. 09:14

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Richmond
Størsta býur: Virginia Beach
Innlima: 15. juni 1788
Guvernørur: Bob McDonnell (R)
Vídd: 110,785 km²
Íbúgvar (2011): 8 001 024
fyri km²: 69.03/km²
Tíðarzona: UTC -5 og UTC -4
Heimasíða: www.virginia.gov

Samveldið Virginia (enskt Commonwealth of Virginia) er lutstatur í USA við 8 mió íbúgvar. Í byrjanini av 1600 talinum stovnaðu tey fyrstu niðursetufólkini tann fyrsta býin í nýggja heiminum, Jamestown í Virginia [1], uppkallaður eftir Jákup kongi I. Tað var tógvið stríð, men so við og við sum velt varð upp úr nýggjum, og tubbakshandilin vaks, stungu ósemjur seg upp millum niðursetufólkini og bretsku hjálandaharrarnar.

Universitetið Virginia Tech í Blacksburg var í apríl 2007 pallur fyri einari massakru, tá suðurkoreanskt føddi Seung-Hui Cho drap 32 persónar, tey flestu næmingar á skúlanum.

Søga

Fyrstu búsetingarnar

Flestu arbeiðararnir í lundunum vóru trælir. Tubbak var dyrkað og flutt út til t.d. Bretlands.

Seinast í 16. øld og 17. øld flutti nógv fólk úr Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum til Virginia at leita eftir gulli og silvri, men tey flestu funnu einki. Í staðin máttu tey lívbjarga sær sum búnaðarfólk og dyrka landbúnaðarvøru, sum tey kundu flyta út til Evropa. Niðursetufólkini hildu eisini m.a. kalkunir, sum tey høvdu til matna.

Summi niðursetufólk vóru reinleikabrøður (puritanur), sum royndu at fáa sær eina betri og friðarligari tilveru fjart frá átrúnaðarligum atsóknum í Evropa. Onnur vónaðu at gerast múgvandi av handli, og uppaftur onnur løgdu inn stórar tubbaks- og bummullarlundir. Í fyrstuni var friður og semja ímillum indiánar og niðursetufólk. Vinsælu indiánarnir hjálptu niðursetufólkunum at dyrka plantur, sum trivust, og tey skiftu vørur sínaámillum. Indiánar lótu evropearum loðskinn aftur fyri byrsur, perlur og brennivín.

Fyrstu evropeisku niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði.

Borgarakríggið

Bretar geva seg undir við Yorktown.
Kort.

Á vári í 1781, eftir bardagan ímillum amerikansk og bretsk herlið við Greensboro í North Carolina, gav Charles Cornwallis herovasti hjá bretsku herliðunum boð um at taka seg aftur til Virginia. George Washington lokkaði bretar í eina fellu við Yorktown. Sameind herdeild, mannað við fraklendingum og niðursetumonnum, fór úr New York at sameina seg við franska herovastan Lafayette (Gilbert du Motier, marquis de Lafayette) (1757–1834) við Yorktown. Ein franskur floti sigldi inn í Chesapeake Bay og niðan eftir Yorká. Amerikanski herurin stongdi allar leiðir til Yorktown, og bretsku herliðini fingu hvørki útgerð ella neyðsynjarvørur. Bretar ásannaðu, at teir vórðu kringsettir úr øllum ættum og góvu seg undir. Í oktober gav Cornwallis seg upp í hendurnar á Washington herovasta, og kríggið var av. Tá ið teir løgdu vápnini, staðfesti eitt ljómlið hjá amerikanska herinum bretska tapið við at spæla sangin "the World Turn Upside Down". Flestu menninir í gonguherliðunum í Frælsisbardaganum vóru í síðum, litføgrum reyðfrakkum. Fyri tað mesta vóru niðursetuhermenninir í bláum frakkum og bretarnir í reyðum, so bretsku hermenninir vórðu nevndir reyðfrakkar.



Myndasavn

Keldur

  1. http://www.socialstudiesforkids.com/articles/ushistory/jamestown.htm

 USA

Fyrimynd:Link FA