Munurin millum rættingarnar hjá "Elvis Presley"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Snadri (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2: Linja 2:
'''Elvis Aaron Presley''' (føddur [[8. januar]] [[1935]], [[Mississippi]], deyður [[16. august]] [[1977]], [[Tennessee]]) varð borin í heim í [[Tupelo]], [[Mississippi]] í [[USA]]. Hann seldi rock and rollplátur í millióntali og spældi í 33 [[Filmur|filmum]]. Elvis doyði tann [[16. august]] í [[1977]] og veruliga orsøkin er ongantíð komin fram - uttan almenna frágreiðingin um hjartastopp.
'''Elvis Aaron Presley''' (føddur [[8. januar]] [[1935]], [[Mississippi]], deyður [[16. august]] [[1977]], [[Tennessee]]) varð borin í heim í [[Tupelo]], [[Mississippi]] í [[USA]]. Hann seldi rock and rollplátur í millióntali og spældi í 33 [[Filmur|filmum]]. Elvis doyði tann [[16. august]] í [[1977]] og veruliga orsøkin er ongantíð komin fram - uttan almenna frágreiðingin um hjartastopp.


Elvis, ella eisini kallaður “The king of rock ‘n’ roll”, var føddur 8. januar 1935, í Tupelo, Mississippi. Hann vaks upp sum einabarn, hansara tvillingabeiggi bleiv føddur deyður.
{{stubbi}}
Hann vaks upp í Tupelo, men í 1948 flutti hann og familja hansara til Memphis, Tennessee.
Tá Elvis var liðugur í Humes High School í Memphis, tók hann smá arbeiðir, so sum lastbilasjafør og eisini arbeitti hann í einum Biografi. Hann byrjaði so smátt at syngja runt í býinum og bleiv róptur ”The hillbilly cat”, og so skrivaði hann undir við plátufelagið Sun Records í býinum, men í 1955 bleiv kontraktin seld til RCA Victor. Hann gjørdi nógv fyri at skapa tíðiligan rock and roll, hálaði mýrkan blues sang inn í hvítan. Hann bleiv skjótt kendur og ein vælumtóktur sangari, í Memphis. Og í 1956 var hann longu blivin ein international sensatión.

Tað er blivi vurdera at Elvis hevur selt eina milliard eintøk verðina runt, meir enn nakar annar í søguni. 150 fløgur eru gull, platinum ella multi-platinum certifiseraðar av Recording Industry Association of America.
Elvis hevði ikki minni enn 149 løg á billboard popp listanum. 114 løg vóru á top 40, 40 løg á top 10 og 18 á endaðu nummar eitt. Øll tey 18 løg sum vóru nummar 1, vóru tilsamans í 80 vikur á billboard listanum. Og hetta var bara av hansara pop tónleiki og bara í Amerika
Hann hevur alt í alt givið 76 fløgur út.

Elvis spældi við í 33 filmum, kendasti av teimum er filmurin King Creole, har Elvis spældi høvuðsleiklutin, sum kom út í svørtum og hvítum í 1958.
Hann skrivaði søgu við teimum ofta metsetandi konsertum. Hann bleiv nomineraður til 14 grammy awards, men bara tríggjar av teimum av National Academy of Recording Arts & Sciences.

Elvis varð sendur til týsklands í 1958 fyri amerikanska herin. Men hann var bara í herinum tvey ár. Har møtir hann og verður forelskaður í tí 14 ára gomlu gentuni Priscilla Ann Wagner. Tey flyta í 1960 til Hollywood, og í 1968 eiga tey sítt fyrsta og einasta barn.

Av Elvis’sa stóru missnýtslu av rúsevnum, byrjaði hann eisini at fáa vekttrupuleikar. Men sjálvt um vektin og mongin av rúsevnum bleiv við at hækka, bleiv Elvis við at spæla góðar og útseldar konsertir væl inní 1970ini.
Men 16 August 1977, dagin áðrenn hann skuldi fara á eina konsertferð, bleiv hann funnin deyður á vesigólvinum, í heiminum Graceland í Memphis. Orsøkin til deyða hansara ikki ordiliga føst løgt enn, men læknar høvdu funni yvir tíggju forskellig sløg av rúsevnum og heilivági í blóðinum. Man heldur at cardiac arrhythmia er orsøkin. Tað fær hjarta til at pumpa ójavnt, og til endans steðga.


Graceland er staðið har Elvis búði til sín síðsta dag. Hann keypti villaina 25 mars 1957 fyri bara 102.500 $. Í dag er Graceland eitt stórt savn, har møguligt er at síggja hvussu Elvis livdi o.a. Graceland hevur umleið 600.000 til 900.000 vitjandi ferðafólk hvørt ár. Elvis liggur gravaður í garðinum í Graceland.

Elvis verður áhaldandi heiðraður sum ein stjørna og legenda, líka nógv nú hann er deyður, sum tá hann var álívi.
Elvis var sanniliga ein sensatión í sínari tíð, ikki bara í Amerika, men í øllum heiminum. Hann fullkomiliga broytti tónleikin. Hann hevur inspirerað nógv fólk í dag, og tað fer ikki at broytast.


http://www.elvis.com/about-the-king/biography_.aspx
http://www.imdb.com/name/nm0000062/bio
http://wiki.answers.com/Q/How_many_albums_did_Elvis_have
http://memphis.about.com/od/elvis/f/elvisdeath.htm


{{DEFAULTSORT:Presley, Elvis}}
{{DEFAULTSORT:Presley, Elvis}}

Endurskoðan frá 7. mai 2012 kl. 20:41

Elvis í Washington DC í 1970.

Elvis Aaron Presley (føddur 8. januar 1935, Mississippi, deyður 16. august 1977, Tennessee) varð borin í heim í Tupelo, Mississippi í USA. Hann seldi rock and rollplátur í millióntali og spældi í 33 filmum. Elvis doyði tann 16. august í 1977 og veruliga orsøkin er ongantíð komin fram - uttan almenna frágreiðingin um hjartastopp.

Elvis, ella eisini kallaður “The king of rock ‘n’ roll”, var føddur 8. januar 1935, í Tupelo, Mississippi. Hann vaks upp sum einabarn, hansara tvillingabeiggi bleiv føddur deyður. Hann vaks upp í Tupelo, men í 1948 flutti hann og familja hansara til Memphis, Tennessee. Tá Elvis var liðugur í Humes High School í Memphis, tók hann smá arbeiðir, so sum lastbilasjafør og eisini arbeitti hann í einum Biografi. Hann byrjaði so smátt at syngja runt í býinum og bleiv róptur ”The hillbilly cat”, og so skrivaði hann undir við plátufelagið Sun Records í býinum, men í 1955 bleiv kontraktin seld til RCA Victor. Hann gjørdi nógv fyri at skapa tíðiligan rock and roll, hálaði mýrkan blues sang inn í hvítan. Hann bleiv skjótt kendur og ein vælumtóktur sangari, í Memphis. Og í 1956 var hann longu blivin ein international sensatión.

Tað er blivi vurdera at Elvis hevur selt eina milliard eintøk verðina runt, meir enn nakar annar í søguni. 150 fløgur eru gull, platinum ella multi-platinum certifiseraðar av Recording Industry Association of America. Elvis hevði ikki minni enn 149 løg á billboard popp listanum. 114 løg vóru á top 40, 40 løg á top 10 og 18 á endaðu nummar eitt. Øll tey 18 løg sum vóru nummar 1, vóru tilsamans í 80 vikur á billboard listanum. Og hetta var bara av hansara pop tónleiki og bara í Amerika Hann hevur alt í alt givið 76 fløgur út.

Elvis spældi við í 33 filmum, kendasti av teimum er filmurin King Creole, har Elvis spældi høvuðsleiklutin, sum kom út í svørtum og hvítum í 1958. Hann skrivaði søgu við teimum ofta metsetandi konsertum. Hann bleiv nomineraður til 14 grammy awards, men bara tríggjar av teimum av National Academy of Recording Arts & Sciences.

Elvis varð sendur til týsklands í 1958 fyri amerikanska herin. Men hann var bara í herinum tvey ár. Har møtir hann og verður forelskaður í tí 14 ára gomlu gentuni Priscilla Ann Wagner. Tey flyta í 1960 til Hollywood, og í 1968 eiga tey sítt fyrsta og einasta barn.

Av Elvis’sa stóru missnýtslu av rúsevnum, byrjaði hann eisini at fáa vekttrupuleikar. Men sjálvt um vektin og mongin av rúsevnum bleiv við at hækka, bleiv Elvis við at spæla góðar og útseldar konsertir væl inní 1970ini. Men 16 August 1977, dagin áðrenn hann skuldi fara á eina konsertferð, bleiv hann funnin deyður á vesigólvinum, í heiminum Graceland í Memphis. Orsøkin til deyða hansara ikki ordiliga føst løgt enn, men læknar høvdu funni yvir tíggju forskellig sløg av rúsevnum og heilivági í blóðinum. Man heldur at cardiac arrhythmia er orsøkin. Tað fær hjarta til at pumpa ójavnt, og til endans steðga.


Graceland er staðið har Elvis búði til sín síðsta dag. Hann keypti villaina 25 mars 1957 fyri bara 102.500 $. Í dag er Graceland eitt stórt savn, har møguligt er at síggja hvussu Elvis livdi o.a. Graceland hevur umleið 600.000 til 900.000 vitjandi ferðafólk hvørt ár. Elvis liggur gravaður í garðinum í Graceland.

Elvis verður áhaldandi heiðraður sum ein stjørna og legenda, líka nógv nú hann er deyður, sum tá hann var álívi. Elvis var sanniliga ein sensatión í sínari tíð, ikki bara í Amerika, men í øllum heiminum. Hann fullkomiliga broytti tónleikin. Hann hevur inspirerað nógv fólk í dag, og tað fer ikki at broytast.


http://www.elvis.com/about-the-king/biography_.aspx http://www.imdb.com/name/nm0000062/bio http://wiki.answers.com/Q/How_many_albums_did_Elvis_have http://memphis.about.com/od/elvis/f/elvisdeath.htm