Munurin millum rættingarnar hjá "Anders Behring Breivik"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Snadri (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "== 22. juli 2011 == Fríggjadagin tann 22. juli 2011 vil altíð vera hugt aftur á, sum ein syrgiligur dagur. Í Oslo og á oynni Utøya hendi eitt ræðuligt, meiningsl..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 7. mai 2012 kl. 20:29

22. juli 2011

Fríggjadagin tann 22. juli 2011 vil altíð vera hugt aftur á, sum ein syrgiligur dagur. Í Oslo og á oynni Utøya hendi eitt ræðuligt, meiningsleyst og óveruligt yvirgangsálop. Eftir hetta álopið, broyttist alt, og hevur rakt tey avvarðandi og Norsku tjóðina sera hart. Tað fyrsta yvirgangsálopið í vesturheiminum síðani 2005, hendur í Oslo kl. 15.25., tá ið ein brotsmaður, nevndur Anders Behring Breivik, sprongdi eina 950 kg tunga bumbu, sum var goymd í einum leigaðum bili, beint frammanfyri Høyblokken í Oslo, har forsætisráðharrahúsið og løgreglustórnardeildin liggur.

Frá Høyblokken koyrdi Breivik í einum ørðum leigðaum bili út til Utøya, og har gingu uml. 2 tímar, áðrenn hann var har úti. Á Utøya skeyt hann eftir luttakarunum á einari AUF summarlegu. Í alt doyðu 77 fólk, 69 vórðu dripin undir hópadrápið á Utøya og 8 vóru deyð av bumbuni. 33 av fólkunum sum doyðu, vóru undir 18 ár. Tann tíðiligari norski forsætisráðharrin Gro Harlem Brundtland var á oynni beint áðrenn tað hendi, og tann núverandi forsætisráðharrin Jens Stoltenberg skuldi vera við í einum møti dagin aftan á.

Áðrenn hendingina, hevði Breivik vápnaloyvi og var limur í einum sera hevði vápnaloyvi, limur í einum ótrúliga høgrasinnaðum bólki. Við sínum egna firmaði, keypti hann kunsttøð í stórum mongdum, og undir hópadrápið nýtti hann kúlur nevndar dum dum-kúlir, fyri at gera so nógvan skaða hann kundi á ofrini. Hann var ílatin í einum løgreglubúnaði, einum skotsikkrum vesti, og hann gav til sjóndar, at har skuldi gerast eitt routine-check á oynni. Eitt vitni sigur, at hann gekk runt og skeyt við 10 sekundir millumrúm millum skotini í 3 kvarter, meðan hann rópti og skardist í fagnaðarróp. Fólk skríggjaðu og grótu. Nøkur goymdi seg í buskar og runnar, meðan onnur royndi at svimja til meginlandið. Uml. kl. 19.00 bleiv sagt, at brotsmaðurin varð handtikin. Rættarmálið ímóti Breivik byrjaði mánadagin tann 16. apríl 2012, og tað kemur at taka 10 vikur. Tey vóna, at dómurin verður givin, áðrenn tað tann 22. juli 2012, er eitt ár síðani tað hendi.

Anders Behring Breivik

Anders Behring Breivik er revsirættarligur, og kann dømast til fongsulrevsing, tað siga teir serkøntu sálarlæknarnir Terje Tørrisen og Agnar Aspaas, sum avleveraðu eina 300 síðu langa rapport til býarrættið í Oslo ikki langt aftan á hendingina, um at har skuldi gerast ein sálarlig kanning um Breivik. Læknarnir staðfestu nógvar ferðir, at teir vóru komnir fram til eina aðra niðurstøðu enn í ta fyrstu rapportina. Í henni var metingin, at Breivik var so sálarliga sjúkur, at hann skuldi dømast til eitt tvungið varðhald og at hann ikki kundi dømast til fongsulrevsing. Í byrjanini av apríl 2012 staðfesti ein kanning, at hann ikki var sálarliga sjúkur. Breivik hevur verið undir eitt samdøgrað eftirlit í sambandi við kanningini.

Keldur 
Anders Breivik blev presset på retsmøde 
nyhederne.tv2.dk‎"Ingen kommentarer" 

Del http://jp.dk/udland/europa/article2745620.ece http://nyhederne.tv2.dk/article.php/id-49759399:anders-breivik-blev-presset %C3%A5-retsm%C3%B8de.html http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-14259989 http://spip.modkraft.dk/tidsskriftcentret/linkbox/article/terrorangrebet-i-norge-201 http://www.troels-ravn.dk/utya http://mobil.stiften.dk/article.pml;jsessionid=16C85AF14871ABAAB2815ABACC2887BA uw-portal2?guid=19814557