Munurin millum rættingarnar hjá "Barack Obama"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
AvocatoBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: bat-smg:Baraks Obama
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: iu:ᐸᕌᒃ ᐅᐹᒪ
Linja 143: Linja 143:
[[is:Barack Obama]]
[[is:Barack Obama]]
[[it:Barack Obama]]
[[it:Barack Obama]]
[[iu:ᐸᕌᒃ ᐅᐹᒪ]]
[[ja:バラク・オバマ]]
[[ja:バラク・オバマ]]
[[jbo:byRAK.obamas]]
[[jbo:byRAK.obamas]]

Endurskoðan frá 23. apr 2012 kl. 07:54

Barack Obama
Føddur 4. august 1961
Hawaii Honolulu, Hawaii
USA Sambandsríki Amerika
Trúgv Kristin
Yrki Forseti í USA
Útbúgving Stjórnmálafrøði
Flokkur Demokratiski Flokkurin
Álitisstørv
2009- Forseti í USA
2005-2008 Senatorur úr Illinois
1997-2004 Senatorur úr Illinois


Barack Hussein Obama jr. (føddur 4. august 1961 í Honolulu, Hawaii) er núverandi forseti í Sambandríki Amerika. Hann er 44. í røðini og umboðar demokratarnar. Obama er sonur Stanley Ann Durham úr Kansas og Barack Obama eldra úr Kenja. Klokkan 17:05 føroyska tíð 20. januar 2009 varð Obama tikin í eið sum tann 44. amerikanski forsetin. Stutt áðrenn Barack Obama varð tikin í eið sum forseti, varð Joe Biden tikin í eið sum varaforseti.

Tað var í Kogelo í Vesturkenja, at pápi Barack Obama varð føddur. Hóast Obama ongantíð kendi pápa sín av álvara, so verður hann í Kenja mettur sum ein, ið er haðani. Nógvastaðni í Kenja er andilitið á Obama at síggja á blusum, og fólkið í Kenja setir sítt álit á, at Obama fer at gera sítt til at hjálpa fólkinum í Afrika.

Eingin amerikanskur forseti hevur ferðast so nógv í sínum fyrsta emblætisári sum Barack Obama. Enn hevur hann bara verið forseti í góðar átta mánaðir, og hesa tíðina hevur hann verið í 16 londum ella eitt fleiri enn George Bush eldri, sum vitjaði 15 lond í sínum fyrsta forsetaári.

Trúgv

Obama og familja hansara fóru úr Trinity United Church í Chicago í 2008, tí at pastorurin, Jeremiah Wright, kom fram við umstríddum útsagnum um millum annað 11. september 2001. Eisini segði hann, at afroamerikanarar áttu heldur sungið "Gud dømi Amerika" enn "Gud signi Amerika". Fyrst tók Obama frástøðu frá útsagnunum, men seinni varð Obama noyddur at slíta bondini.

Politikkur

Beinanvegin, Obama fór til arbeiðis sum forseti, gav hann boð um at lata Guantánamofangalegan á Kuba aftur. Obama gav boð um, at øll mál móti fangum í Guantánamoleguni, sum eru undir illgruna fyri yvirgang, skulu steðga fyri fyrst í 120 dagar. Avgerðin ávirkar 21 mál, millum annað eitt mál um deyðadóm yvir fimm fangar, sum eru ákærdir fyri at hava framt yvirgangsálop móti USA 11. september í 2001. Obama lovaðí valstríðnum, at hann fer at steingja fangaleguna í Guantánamo. Hann hevur skotið upp, at fangarnir har skulu koma fyri sivilar dómstólar í USA. Avgerðin vísir, at nýggi forsetin hevur heilt aðra hugsan um Guantánamo enn undanmaður hansara í Hvíta húsinum, George W. Bush. Obama skrivaði undir fráboðanina um Guantánamo í Hvíta húsinum, har varaforsetin, Joe Biden, eisini var hjástaddur.

Deyðshóttanir

Trygdin rundan um Obama er ómetalig stór og umfatandi. Tá Obama varð tikin í eið sum forseti, vóru heili 5.365 myndatól, ið hildu eygað við økjum, har hátíðarhaldið varð hildið. Ein 20 ára gamal maður úr Colorado er skuldsettur fyri at hava hótt við at drepa Obama.

Talið á deyðshóttanum móti amerikanska forsetanum er vaksið nógv, síðani Barack Obama tók við starvinum í januar 2009. Obama fær umleið 30 deyðshóttanir um dagin. Tað er 400 prosent fleiri, enn fyrrverandi forsetin, George W. Bush. Almenningurin fær ikki innlit í hóttanirnar, sum verða kannaðar av trygdarfólki forsetans, Secret Service. Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at nógvar av hóttanir eru rasistiskar, verður sagt.

Friðarheiðursløn Nobels

Thorbjørn Jagland.

Klokkan 6 um morgin 10. okt í 2009, vesturamerikanska tíð, bleiv Obama vaktur til tíðindini um, at hann hevði fingið friðarheiðursløn Nobels. Obama sjálvur sigur at hann ikki heldur, at hann hevur uppiborið at fáa heiðurin, tá ein hugsar um fólk sum Nelson Mandela og Martin Luther King. Hinvegin er tað hent fyrr, at fólk hava fingið heiðurin fyri tað, sum tey helst fara at gera.

Har er kortini nógv sum talar fyri, at Obama ikki skuldi fingið heiðurin. Fyri tað fyrsta er hann í tveimum kríggjum, brotini á altjóða mannarættindi undir Bush fáa helst ikki avleiðingar og Guantanamo Bay er enn opin. Obama hevur heldur ikki fingið nógv ítøkulig úrslit. Hann er júst farin undir at royna at fáa frið í Miðeystri, tosar við Norðurkorea og USA er betri dámt enn undir Bush.

Eitt tað einasta ítøkuliga úrslitið er, at USA og Russland hava bundið seg til, at minka um atombumbur teirra, soleiðis at tey ikki kunnu spreingja jørðina í luftina so ofta sum annars. Legg afturat, at nomineringarnar til Nobel heiðurslønina lótu aftur 1. februar - 12 dagar eftir at Obama fekk sessin sum forseti - og ein kann veruliga loyva sær at ivast í, hvørt tað ikki er ov tíðliga, at geva Obama heiðurin.

At amerikanski forsetin Obama bleiv kosin vinnari av friðarheiðursløn Nobels, hevur skapt stórt kjak kring allan heimin. Meðan summi halda avgerðina vera eina djarva avgerð av Nobel-nevndini, eru tað nógv, ið ákæra nevndina fyri at hálova vøkur orð og ætlanir heldur enn ítøkiligar atgerðir við tað, at Obama hevur bert sitið í átta mánaðir sum forseti, og hevur ikki gjørt nógv av sínum orðum til veruleika.

Mest atfinningarsomu røddirnar skýra Nobels-friðarheiðuslønina sum beinleiðis meiningsleysa, og her verður víst á, at Obama sum amerikanskur forseti er ovasti leiðari av amerikanska herðinum, og sostatt er leiðari av tveimum kríggum - í Irak og Afghanistan. Júst sama dag, sum Obama skal taka ímóti heiðurslønini, fer hann eftir ætlan at byrja samráðingar at senda fleiri herðmenn til Afghanistan. Eisini verður víst á, at síðan 20. januar, tá Barack Obama bleiv forseti, eru minst 1373 sivil ósek mennisku í Afghanistan og 2458 sivil í Irak sambært ST og Iraq Body Count. Harumframt hava 377 herðfólk latið lív í Operation Enduring Freedom í Afghanistan og Irak.

Barack Obama, kann eftir øllum at døma takka nýggja formanninum í Nobel-nevndini, Thorbjørn Jagland (Ap), fyri, at hann fær friðarheiðursløn Nobels, skrivar norska blaðið, Verdens Gang. Tríggir limir í nevndini mæltu frá at lata Obama heiðurslønina, tí hann bert hevur sitið í forsetasessinum í níggju mánaðir. Keldur vátta fyri VG, at ein meiriluti í Nobel-nevndini tíðliga í viðgerðini vísti aftur, at amerikanski forsetin skuldi fáa heiðurslønina. Serstakliga vóru Inger-Marie Ytterhorn úr Framburðsflokkinum og fyrrverandi forkvinnan í Høgra-flokkinum, Kaci Kullmann Five, ivasamar um Obama. Ågot Valle úr Sosialistiska Vinstraflokkinum var eisini ivasom. Tá avtornaði varð Nobel-nevndin á einum máli um at lata amerikanska forsetanum friðarheiðurslønina í ár. Sambært VG var tað nevndarformaðurin, fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Thorbjørn Jagland, sum strongdi á at lata Barack Obama heiðurslønina, og floksfelagi hansara í nevndini, Sissel Rønbeck, tók undir við honum.

Sí eisini