Munurin millum rættingarnar hjá "Alec Guinness"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Zorrobot (kjak | íkøst)
s r2.5.2) (bottur leggur aftrat: nn:Alec Guinness
s r2.7.1) (bottur broytur: la:Alexander Guinness
Linja 136: Linja 136:
[[ja:アレック・ギネス]]
[[ja:アレック・ギネス]]
[[ka:ალეკ გინესი]]
[[ka:ალეკ გინესი]]
[[la:Alec Guinness]]
[[la:Alexander Guinness]]
[[nl:Alec Guinness]]
[[nl:Alec Guinness]]
[[nn:Alec Guinness]]
[[nn:Alec Guinness]]

Endurskoðan frá 20. apr 2012 kl. 19:06

Sir Alec Guinness
Sir Alec Guinness
Føddur 2. apríl 1914
London England
Doyði 5. august 2000
Midhurst West Sussex England
Útbúgving sjónleikari
Yrki sjónleikari
Hjúnafelagi Merula Salaman
Børn Matthew Guinness

Sir Alec Guinness, CH, CBE (* 2. apríl 1914 í London í Englandi sum Alec Guinness de Cuffe – † 5. august 2000 í Midhurst, West Sussex í Englandi) var ein bretskur sjónleikari.

Privatlív

Alec Guinness hevur verið settur í samband við Guinness-familjuna í Írlandi, sum er kend fyri ølslagið av sama navni, men tað var ein skotskur bankamaður, Andrew Geddes, ið betalti fyri privatskúlan hjá Aleci, og til sín doyggjandi dag, fekk Alec ongantíð at vita hvør pápi hansara var. Hetta, at vera eitt óekta barn, var nakað ið nívdi Alec Guinness alt hansara lív.

Í 1938 giftist Alec Guinness við listakvinnuni, dramatikaranum og sjónleikarinnuni Merulu Sylviu Salaman (*16 October 1914 – † 18 October 2000), og í 1940, fingu tey sonin Matthew Guinness, ið seinni gjørdist sjónleikari. Merula Salaman var uppdrigin í jødisku trúnni. Rithøvundurin av 'officiellu' ævisøgu (biografi) Alec Guinnessar, Piers Paul Read, viðurkennir at helst var Alec kynsliga drigin at báðum kynum (bi-seksuellur) http://news.bbc.co.uk/2/hi/entertainment/1280093.stm, og skal hetta, saman við afturvendandi tunglyndi (depressión), vera ein av orsøkunum til at Alec og konan konverteraðu til katolocismuna í 1956, við tí endamáli at fáa ein "fastan andaligan grundvøll" at standa á.

Alec Guinness eigur 2 abbadøtrar, tann eldra av teimum, Sally Guinness er eisini sjónleikari.

Karriera

Alec Guinness arbeiddi fyrst fyri eina lýsingarfyritøku. Hann fekk sína debut á palli í the Albery Theatre í 1936 tá hann var 22 ára gamal, har hann hevði leiklutin sum Osric í John Gielgudsa væleydnaðu uppseting av Hamlet. Hann hevði ein taluleysan leiklut sum Walk-on í filminum Evensong í 1934; men sína veruligu filmsdebut fekk hann í Great expectations í 1946. Alec Guinness fekk í 1957 ein Oscar fyri sín leiklut sum oberstloytnantur Nicholson i filminum The Bridge on the River Kwai. Í 1980 fekk hann ein heiðurs-Oscar fyri langa filmsvirksemi sítt. Í 1959 bleiv hann útnevndur til Knight Bachelor, og harvið sligin til riddara. Hann hevur fingið eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.

Á eldru árum sínum, fekk Alec Guinness eitt nýtt ættarlið av fjepparum vegna sín leiklut sum Obi-Wan Kenobi í tí upprunaligu Star Wars triologiini.

Alec Guinness gav í 1985 út sjálvævisøguna Blessings in Disguise, og í 1996 og í 1999 komu eftirfylgjarnir My Name Escapes Me og A Positively Final Appearance. Alec Guinness las eisini sjálvur allar tríggjar bøkurnar inn sum ljóðbøkur.



Filmografi

Fyrimynd:FD

Slóðir úteftir