Munurin millum rættingarnar hjá "Boston"
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: kw:Boston |
Luckas-bot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: scn:Boston |
||
Linja 120: | Linja 120: | ||
[[ru:Бостон]] |
[[ru:Бостон]] |
||
[[sah:Бостон]] |
[[sah:Бостон]] |
||
[[scn:Boston]] |
|||
[[sco:Boston]] |
[[sco:Boston]] |
||
[[sh:Boston]] |
[[sh:Boston]] |
Endurskoðan frá 18. apr 2012 kl. 19:09
Skjøldur | Flagg |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | Massachusetts |
Vídd: | 125.43 km² |
Fólkatal (2011): | 617 594 |
Íbúgvatættleiki: | 4,924/km² |
Heimasíða: | www.CityOfBoston.gov |
Boston er høvuðsstaður og størsti býur í Massachusetts. Boston liggur á eysturstrondini í Massachusetts í New England-økinum, eitt sindur norðan fyri New York býin. Her sigst vera fleiri lærustovnar enn í øllum Stóra Bretlandi. Boston er ein universitetsbýur við tveimum stórum universitetum við umleið 250.000 lesandi tilsamans [1]. Í Cambridge í Boston er meðalaldurin á fólki 30 ár [2]. Deildirnar hjá universitetinum eru spjaddar runt um allan býin, sum er ógvuliga sermerktur av studentalívi. Studentar síggjast við fúkandi ferð á súkklum, og kaféirnar eru sum oftast stúgvandi fullar í døgurðatímanum og eftir skúlatíð. Í Boston er tað sum í flest øðrum lestrarbýum trupult at fáa bústað.
Umframt at vera kendur fyri sínar góðu og nógvu hægru lærustovnar er Boston eisini kendur sum býurin, har "the Declaration of Independence" varð undirskrivað í 1776. Sjónvarpsrøðin Boston Legal, Cheers ella Sam's Bar er eisini upptikin í Boston [3]. Tann barrin er opin enn og sær soleiðis út, sum tá ið tey tóku upp. Ally McBeal er somuleiðis upptikið í Boston, býnum sum eisini hýsir The Red Sox, ið vann World Series í hornabóltur í 2007 [4]. Annars er Boston eisini kendur fyri vakra fjørðin, "The Big Dig" og modernaða listasavnið.
Sum við øllum øðrum stórbýum í USA, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið.