Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Jump to navigation Jump to search
Rætting, hann doyði á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, meini eg útvarpið segði. Greinin á portal.fo sigur onki um, hvar hann var, tað hann andaðist.
s
(Rætting, hann doyði á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, meini eg útvarpið segði. Greinin á portal.fo sigur onki um, hvar hann var, tað hann andaðist.)
[[Mynd:Steinbjorn B Jacobsen a Faroese Writer.jpg|thumb|Steinbjørn B. Jacobsen í Ranhøll í [[Sandvík]] í mai 2011, tá bókin Grund 3 kom út.]]
'''Steinbjørn Berghamar Jacobsen''' (f. [[30. september]] [[1937]], [[Sandvík]], d. [[12. apríl]] [[2012]], [[TórshavnKeypmannahavn]]<ref>http://aktuelt.fo/grein/steinbjorn_b._jacobsen_deydur</ref>) var [[Føroyar|føroyskur]] rithøvundur. Beint eftir [[realskúli|realprógvið]], sum hann tók á [[Tvøroyri]], fór hann til [[Grønland]]s við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði [[1957]] fór hann til [[Ísland]]s. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til [[30. juni]] [[1958]]. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri [[Århus kommuna|Århus]]. Í [[1959]] byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole [[1961]]/[[1962|62]], fimm mánaðir. Summarið [[1961]] tumlaði hann av [[Fyn|Fjóni]] til [[Ålesund]] og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í [[Jotunheimen|Jotunheiminum]]. Summarið [[1962]] fór hann saman við fýra øðrum bilferð til [[Grikkaland]]s, støðgaði 8 dagar í [[Jugoslavia]], úr [[Grikkaland]]i við ferju til [[Italia|Suðuritalia]], og so aftur til [[Danmark]]ar. Telttúrurin vardi 43 dagar.
 
Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert [[Løgstør]] í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, [[Skive]]. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við [[Sankta Frans skúli|Sankta Frants skúla]] [[1965]]/[[1966|66]]. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetrinum]]. Lærari í [[Húsavík]] 1966 til [[1. apríl]] [[1970]]. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til [[1. august]] [[1980]] stjóri á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]]. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna [[Fólkafylkingin móti EEC|Fólkafylkingina móti EEC]] 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna [[Rithøvundafelagið]] [[1967]] og tá valdur í nevndina, har hann sat til [[1979]], mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið [[Gluggin]] kom út aftur í januar [[1968]], stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.

Navigatiónsskrá