Munurin millum rættingarnar hjá "Ravnur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur leggur aftrat: bo:ཕོ་རོག
Chobot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: ko:큰까마귀
Linja 81: Linja 81:
[[kbd:Вынд]]
[[kbd:Вынд]]
[[kk:Құзғын]]
[[kk:Құзғын]]
[[ko:큰까마귀]]
[[koi:Кырныш]]
[[koi:Кырныш]]
[[ku:Qelareşk]]
[[ku:Qelareşk]]

Endurskoðan frá 13. apr 2012 kl. 01:58

Ravnur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Corvus
Familja: Corvidae
Slag: C. corax

Ravnur ella Krunkur, gamalt føroyskt Gorpur (frøðiheiti - Corvus corax) er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi.

Nógv pátrúgv er knýtt at ravninum, pátrúgv, ið stavar frá ravnunum hjá Óðini, Hugin og Munin. Sum krákan er ravnurin ein av ruskmonnum náttúrunnar, sum ikki fírir fyri at eta lomb og seyð, ið eru ússalig, ræ og rusk. Hetta hevur mangan fingið fólk at argast inn á hann. Ikki man vera smávegis av mús og rottu, sum hvønn vetur hvørvur niður í ravnarnar.

Ígjønum øldir hava menn veitt ravn eins væl og kráku. Hetta elvdi m.a. nevtollurin, sum ikki er avtikin enn, hóast hann ikki verður nýttur í dag. Henda lóg segði, at hvør maður, ið var ímillum 15 og 50 ára gamal, árliga skuldi lata inn eitt ravnsnev ella tvey nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vórðu savnað og brend á Krákusteini í Havn. Nú er ravnurin millum teir fuglar, ið verða veiddir alt árið. Hann er støðufuglur og er tí her alt árið. Jagstranin hevur gjørt ravnin til ein styggan fugl. Reiður ger hann sær í brøttum, fjarskotnum klettum, ið ikki eru lættir at sleppa til. Vanliga verpur ravnur 4-5 egg.

Corvus corax corax er tann mest vanligi ravnurin meðan Corvus corax varius er slagi sum er at finna í Føroyum og í Íslandi.

Slag

Sí eisini

Útvortis slóðir

Kelda

Wikispecies logo
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:
»Ravnur«.

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA