Munurin millum rættingarnar hjá "Arizona"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: bar:Arizona
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: lez:Аризона
Linja 421: Linja 421:
[[lad:Arizona]]
[[lad:Arizona]]
[[lb:Arizona]]
[[lb:Arizona]]
[[lez:Аризона]]
[[li:Arizona]]
[[li:Arizona]]
[[lij:Arizona]]
[[lij:Arizona]]

Endurskoðan frá 30. mar 2012 kl. 07:08

Flagg Skjøldur
Mynd:Arizonastateseal.jpg
Land: USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Phoenix
Størsta býur: Phoenix
Innlima: 14. februar 1912
Guvernørur: Jan Brewer (R)
Vídd: 295,254 km²
Íbúgvar (2009): 6.500.180
fyri km²: 17.43/km²
Tíðarzona: UTC -7/-8
Heimasíða: www.az.gov

Arizona (enskt; State of Arizona), á føroyskum ofta nevndur Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 6,50 millionar íbúgvar (2009). Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Eyknevni hansara er Grand-Canyonstaturin (enskt; The Grand Canyon State). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navajo. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %.

Landalæra

Grand Canyon.

Um 90 % av statinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Paintedoyðimørk (enskt; Painted Desert) fyri norðan og Sonoranoyðimørk (enskt; Sonoran Desert) fyri sunnan. Einaferð livdu bara dýr, sum høvdu lagað seg til hitan, í Sonoroanoyðimørk. Nú er Phoenix í Suðurarizona ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 prosent. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.

Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon í Norðurarizona varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoá máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1.600 metrar djúp og hevur matnað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon.

Hægsta fjallið er Humphreys Peak í Kachina Peaks Wilderness í Miðarizona. Humphreys Peak er góðar 3.800 metrar høgt.

Counties

Counties í Arizona.
Arizona State Capitol. Í hesum húsinum í býnum Phoenix heldur ríkisstjórnin í Arizona til.

Arizona hevur 15 counties:

Counties í Arizona
County Høvuðsstaður Grundað Fólkatal (2000) Prosent Vídd Prosent av øllum
Apache St. Johns 1879 69,423 1.17 % 11,218 9.84 %
Cochise Bisbee 1881 117,755 1.98 % 6,219 5.46 %
Coconino Flagstaff 1891 116,320 1.96 % 18,661 16.37 %
Gila Globe 1881 51,335 0.86 % 4,796 4.21 %
Graham Safford 1881 33,489 0.56 % 4,641 4.07 %
Greenlee Clifton 1909 8,547 0.14 % 1,848 1.62 %
La Paz Parker 1983 19,715 0.33 % 4,513 3.96 %
Maricopa Phoenix 1871 3,880,181 65.34 % 9,224 8.09 %
Mohave Kingman 1864 155,032 2.61 % 13,470 11.82 %
Navajo Holbrook 1895 97,470 1.64 % 9,959 8.74 %
Pima Tucson 1864 843,746 14.21 % 9,189 8.06 %
Pinal Florence 1875 179,727 3.03 % 5,374 4.71 %
Santa Cruz Nogales 1899 36,381 0.65 % 1,238 1.09 %
Yavapai Prescott 1865 167,517 2.82 % 8,128 7.13 %
Yuma Yuma 1864 160,026 2.69 % 5,519 4.84 %
Tilsamans: 15 5,938,664 113,997

Veðurlag

Býur Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
Flagstaff 16 19 23 27 34 41 50 49 42 31 22 17
Phoenix 45 48 51 58 67 75 81 80 75 63 50 44
Tucson 42 45 49 54 63 72 77 75 71 60 48 42
Winslow 21 26 31 37 45 54 62 61 53 40 29 21
Yuma 46 48 52 58 65 73 80 80 75 64 52 45
Kelda: National Weather Service

Søga

Indiánarnir

Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir "bygd". Suðuri hevði hohokamfólkið stóra framgongd, tí at tey vóru dugandi bøndur. Grannatjóð teirra, pueblofólkið, bygdi stór hús, sum vóru áføst og í fleiri hæddum. Húsini vóru av leiri og flættaðum kvistum og stóðu í grunnum gryvjum. Hohokamfólkið livdi í Suðurarizona frá um 100 f.Kr. til um 1400. Flestu teirra hildu til í tí fruktagóða Gilaáardali.

Um 800 búsettu tey seg aðrastaðni - størsta búsetingin verður nú á døgum kallað SnaketownPinal County). Tey vórðu ávirkað av mentanum longri suðuri í Meksiko. Tað sæst á lutum og útbúnaði úr leiri, vovnum klæði og vøllunum, teir gjørdu til meksikanskar bóltleikir. Fornfrøðingar vita ikki, hvør lagna teirra var. Tí verður mentanin nevnd hohokam, ið merkir "tey horvnu". Á hohokamverkstøðunum vórðu gjørdir lutir úr reyðum og brúngulum leiri, sum vórðu prýddir við myndum av dýrum og fólki. Mynstrini í hohokamklæðunum vóru týðiliga eftir meksikanskari list. Við tað, at hohokam bøndurnir veittu vatn á velturnar, heystaðu teir tvær ferðir um árið: fyrru ferð um várið, tá ið kavin tíðnaði, og áirnar floymdu upp um áarbakkarnar, aðru fer seint á sumri, tá ið tað regnaði illa. Teir veltu korn, tubakk, bønir og bummull. Hohokamfólkið velti eisini mais.

Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. Djór vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra.

Innlima

Arizona var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Arizona partur av Meksiko. Í 1845 bað Arizona um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í USA 14. februar í 1912.

Coconino National Forest í Norðurarizona.

Fólkið

15,2 prosent verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2011). 4,1 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í lutstatinum er 78.93. Undir 1 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í lutstatinum er 31.485 US$. Í januar 2009 búðu 6.500.180 fólk í Arizona. Um 5.63 % vóru indiánar (heimafólkið), 88.74 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia, Afrika og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 15 % eru protestantar. 58 % av fólkinum búgva í býum við fleiri enn 100.000 íbúgvar.

Mál

Kanab Creek.

Átrúnaðir

Fólkasamansetning

Viðgitið fólk frá Arizona

Politikkur

Jan Brewer (føddur 26. september 1944 í Hollywood, Kalifornia) er guvernørur. Hon umboðar republikanararnar.

Staturin hevur í 2010 samtykt eina lóg, ið krevur at innflytarar skulu hava skjøl á sær, sum prógva at teir hava loyvi til at vera í USA. Løgreglan skal spyrja øll tey, sum hon kortini steðgar av einhvørjari orsøk, og heldur sær út til at kunna vera ein innflytari, hvørt tey hava hesi pappírini. Hava innflytarar ikki pappírini á sær, fáa teir bót. Fleiri býir í USA hava sett handilsforboð móti Arizona, og Barack Obama hevur funnist harðliga at lóggávuni. Líknandi lóggávur eru hinvegin galdandi í fleiri evropeiskum londum.

Valúrslitið 1960-2008
Ár Republikanarnar Demokratarnar
2008 53.60% 1,230,111 45.12% 1,034,707
2004 54.87% 1,104,294 44.40% 893,524
2000 50.95% 781,652 44.67% 685,341
1996 44.29% 622,073 46.52% 653,288
1992 38.47% 572,086 36.52% 543,050
1988 59.95% 702,541 38.74% 454,029
1984 66.42% 681,416 32.54% 333,854
1980 60.61% 529,688 28.24% 246,843
1976 56.37% 418,642 39.80% 295,602
1972 61.64% 402,812 30.38% 198,540
1968 54.78% 266,721 35.02% 170,514
1964 50.45% 242,535 49.45% 237,753
1960 55.52% 221,241 44.36% 176,781

Hygg eisini at

Bøkur

  • Bayless, Betsy, 1998, Arizona Blue Book, 1997-1998. Phoenix, Arizona.
  • McIntyre, Allan J., 2008, The Tohono O'odham and Pimeria Alta. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 978-0-7385-5633-8).
  • Miller, Tom (editor), 1986, Arizona: The Land and the People. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-1004-0).
  • Officer, James E., 1987, Hispanic Arizona, 1536-1856. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-0981-6).
  • Thomas, David M. (editor), 2003, Arizona Legislative Manual. In Arizona Phoenix, Arizona, Arizona Legislative Council. Google Print. Retrieved January 16, 2006.
  • Trimble, Marshall, 1998, Arizona, A Cavalcade of History. Treasure Chest Publications, Tucson, Arizona. (ISBN 0-918080-43-6).
  • Woosley, Anne I., 2008, Early Tucson. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 0-7385-5646-7).

Útvortis ávísing

Keldur

Myndasavn

Sí eisini

 USA