Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"
s
ongin frágreiðing um rættingina
s (r2.6.4) (bottur broytur: ilo:Norwéga) |
sNo edit summary |
||
'''Noreg''', í talumáli ofta '''Norra''', á gomlum [[Føroyskt mál|føroyskum]] '''Noregur''' og '''Norðvegur'''; er [[Kongsveldi|kongaríki]] í [[Evropa|Norðurevropa]]. Í eystri hevur Noreg mark við [[Svøríki]], [[Finnland]] og [[Russland]], í suðuri við [[Skagerrak]], í norðri [[Barentshav]]ið og vesturi er [[Atlantshav]]ið. Tað er langt land, sum smalkar longri norður, ið kemur. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at [[Svøríki|svenska]] markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. [[Høvuðsstaður]]in í Noregi er [[Oslo]].
Norðuri í [[Íshavinum]] eigur Noreg oyggjarnar [[Jan Mayen]], 550 km. í ein landnyrðing av [[Ísland]]i, og longur norðuri [[Svalbarð]], sum er felagsnavn fyri [[Bjarnoyggin|Bjarnoynna]] og [[Spitsbergen]], 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61.229 km<sup>2</sup>. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á [[Evropa|evropeiska]] meginlandinum.
|