Munurin millum rættingarnar hjá "Kuvait"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: or:କୁଏତ
DSisyphBot (kjak | íkøst)
s r2.5.1) (bottur leggur aftrat: as:কুৱেইট
Linja 62: Linja 62:
[[arc:ܟܘܘܝܬ (ܐܬܪܐ)]]
[[arc:ܟܘܘܝܬ (ܐܬܪܐ)]]
[[arz:الكويت]]
[[arz:الكويت]]
[[as:কুৱেইট]]
[[ast:Kuwait]]
[[ast:Kuwait]]
[[az:Küveyt]]
[[az:Küveyt]]

Endurskoðan frá 19. mar 2012 kl. 13:00

دولة الكويت
Dawlat al-Kuwayt
Lýðveldið Kuveit
Flagg Kuveit
(Flagg Kuveit)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Al-Nasheed Al-Watani
Alment mál Arabiskt
Høvuðsstaður Kuwait City
Emír Sabah Al-Ahmad
Al-Jaber Al-Sabah
Løgmaður Nasser Al-Mohammed
Al-Ahmed Al-Sabah
Fullveldi 19. juni 1961
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
17,818 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
3 399 637
131/km²
Gjaldoyra Kuveitiskur dinarur (KWD)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .kw
Telefonkota +965

Lýðveldið Kuveit (arabiskt; دولة الكويت ella Dawlat al-Kuwayt) er eitt lítið land í Miðeystur. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,4 millionar íbúgvar. Kuveit hevur mark við tvey lond: Í vesturi hevur Kuveit mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógva.

Søga

Í 1990 tók Irak Kuveit. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við Sambandsríki Amerika á odda róku irakar norður um aftur markið.

Búskapur

Stórar oljukeldur hava gjørt Kuveit ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna.

Áðrenn olja varð funnin í Kuveit í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuveit sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum, sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.

Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuveit. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglar og sjódýr doyðu. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.

Fólkið

Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis.

Landafrøði

Kuveit er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk.