Munurin millum rættingarnar hjá "Argentina"
s r2.6.5) (bottur broytur: ilo:Arhentina |
HerculeBot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur broytur: ta:அர்கெந்தீனா |
||
Linja 237: | Linja 237: | ||
[[sw:Argentina]] |
[[sw:Argentina]] |
||
[[szl:Argyntyna]] |
[[szl:Argyntyna]] |
||
[[ta:அர்கெந்தீனா]] |
|||
[[ta:அர்ச்சென்டினா]] |
|||
[[te:అర్జెంటీనా]] |
[[te:అర్జెంటీనా]] |
||
[[tet:Arjentina]] |
[[tet:Arjentina]] |
Endurskoðan frá 10. mar 2012 kl. 20:12
| |||
Tjóðarslagorð: En unión y libertad | |||
Tjóðsangur: Himno Nacional Argentino | |||
Alment mál | Spanskt | ||
Høvuðsstaður | Buenos Aires | ||
Presidentur | Cristina F. de Kirchner | ||
Visepresidentur | Julio Cobos | ||
Fullveldi | 25. mai 1810 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 766 890 km² 1.1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2006 - tættleiki |
39 921 833 14/km² | ||
Gjaldoyra | Argentinskur peso (ARS) | ||
Tíðarøki | UTC -3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ar | ||
Telefonkota | +54
| ||
Argentina (Spanskt; República Argentina) er eitt land í Suðuramerika. Í vestri hevur Argentina mark við Kili, í norðri við Paraguei, Bolivia og Brasil, í eystri við Uruguei. Høvuðsstaður er Buenos Aires, og londinum hevur umleið 40 millionar íbúgvar.
Argentina hevur kravt rættin til Falklandsoyggjar síðan bretar hertóku tær í 1833. Í 1982 gjørdi argentisk herdeild innrás á oyggjunum, men varð rikin aftur av bretum eftir kríggj í tveir mánaðir.
Søga
Í mong ár hevði Argentina kravt yvirvaldsrættin yvir Falklandsoyggjum, har bretar ráða, og í 1982 tóku argentinskar herdeildir oyggjarnar. Eftir stutt, men hart kríggj, tóku bretar oyggjarnar aftur. Forsetin í Argentina, Galteri herovasti, legði frá sær, og stutt eftir loyvdi hernaðarstýrið størri frælsi. Politiskar rørslur fingu loyvi at virka og í 1983 varð frælst val í landinum. Og á fyrsta sinni í 17 ár tók ein fólkavald stjórn við valdinum í landinum. Nývaldi forsetin, Raúl Alfonsin (f. 13. mars 1927), setti strong búskapartiltøk í gildi til tess at vinna á ovurstóru virðisminkanini.
Hernaðarstýrið hevði vanrøkt landið. Búskapurin lá í skeljum, og royndirnar hjá Alfonsin at endurreisa hann miseydnaðust. Í 1989 var javnan ófriðarligt, tí at mattrot var, og virðisminkanin var 200 % um mánaðin. Í mai 1989 varð Peronisturin Carlos Menem (f. 2. juli 1930) valdur at taka við eftir Alfons. Hann setti strong búskapartiltøk í verk, seldi tjóðarrikin ídnaðarvirki og mangt annað, ið tyngdi búskapin. Menem varð aftur valdur sum forseti í 1995.
Meðan Alfonsin var forseti, vórðu mangir oddamenn fyri gamla hernaðarstýrinum ákærdir fyri at hava brotið mannarættindini. Fleiri kvettroyndir vórðu gjørdar ímóti Alfonsin sum hevnd fyri, at hann dró mangar teirra til svars, tá ið hernaðarstýrið hevði valdið.
Fólkið
Útbúgving
Sagt verður at Argentina hevur tí bestu útbúgvanarskipanina í Suðuramerika. Tey størstu liggja í Buenos Aires, Cordóba, Mar del Plata og Mendoza. Serligani er tað væl umtøkt hjá amerikumonnum at fara og fáa sær útbúgvin í Argentina, av tí hon er ókeypis. Eisini fleiri evropear nema sær útbúvin í Argentina.
Politikkur
Argentinska grundlógin nevnir ikki neyvt, um tað er ein treyt, at hjúnarbond eru millum mann og kvinnu. Tí er tað upp til hvønn einstakan landslut, um tey loyva samkyndum pørum at giftast, ella ei.