Munurin millum rættingarnar hjá "Martin Luther King"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur broytur: ckb:مارتین لوسەر کینگ
Chobot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur broytur: ko:마틴 루터 킹 2세
Linja 68: Linja 68:
[[km:ម៉ាទីន ឡូតធឺរ ឃីង]]
[[km:ម៉ាទីន ឡូតធឺរ ឃីង]]
[[kn:ಮಾರ್ಟಿನ್ ಲೂಥರ್ ಕಿಂಗ್]]
[[kn:ಮಾರ್ಟಿನ್ ಲೂಥರ್ ಕಿಂಗ್]]
[[ko:마틴 루서 킹 2세]]
[[ko:마틴 루터 킹 2세]]
[[ku:Martin Luther King]]
[[ku:Martin Luther King]]
[[la:Martinus Lutherus King Jr.]]
[[la:Martinus Lutherus King Jr.]]

Endurskoðan frá 9. mar 2012 kl. 01:53

Martin Luther King (1929 - 1968)

Martin Luther King (15. januar 1929 - 4. apríl 1968) var føddur í Atlanta, Georgia í USA. Hann var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt. King var ávirkaður av Gandhi og fekk svartar amerikanarar at mótmæla friðarliga og virðiliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist tann navngitnasti og virðiligasti í borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í 1968, tað elvdi til harm og míkla vreiði, og órfriður brast á í 125 býum í USA.

King helt, at "the Founding Fathers" høvdu Bíbliuna, tann kristna moralin sum grundvøll, tá USA varð sett á stovn. Tí var tað, at hann vildi integrera sítt fólk í tað kapitalistiska Amerika. Hann sá tað góða við tí politisku skipanini í USA, sum hann segði bygdi á javnaðarhugsjónina í liberalismuni; hann sá møguleikar í at broyta skipanina innanfyri normarnar í tí amerikanska dreyminum.

King fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1964, eftir at borgararættindarørslan hevði fingið "The Civil Rights Act 15" samtykt. Hendan talan hevur, av fleiri orsøkum, ógvuliga stóran týdning. Fyri tað fyrsta leggur hon stóran dent á búskapartrupulleikan, ikki bara í USA, men finst eisini at valdsbýtinum í heiminum sum heild. Fyri tað annað verður røðan hildin í Oslo, og verður tí send worldwide, og ikki einans í landsdekkandi amerikanskum sjónvarpi. Tað triðja, sum ger hana sera týdningarmikla í hesum høpi er, at hon verður av talsmonnum fyri brotástøði mett sum umskiftið í arbeiði Kings. Eftir hesa røðu halda teir, at hann skiftir fokus frá rasujavnað til fátækdømi. Vincent Gordon Harding, ein vinmaður Kings sigur, at King í 1966 hevði halgað teimum fátæku arbeiði sítt.

Fyrimynd:Link FA