Munurin millum rættingarnar hjá "Ruhollah Khomeini"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
Ripchip Bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur broytur: ku:Ayetula Xumênî
Linja 90: Linja 90:
[[ka:რუჰოლა ხომეინი]]
[[ka:რუჰოლა ხომეინი]]
[[ko:루홀라 호메이니]]
[[ko:루홀라 호메이니]]
[[ku:Xumênî]]
[[ku:Ayetula Xumênî]]
[[la:Ruhullah Khumayni]]
[[la:Ruhullah Khumayni]]
[[lt:Ajatola Chomeinis]]
[[lt:Ajatola Chomeinis]]

Endurskoðan frá 17. feb 2012 kl. 21:46

Mynd:تصویر خمینی.jpg
Ayatollah Khomeini

Ayatollah Seyyed Ruhollah Khomeini (persiskt: روح الله موسوی خمینی Rūḥollāh Mūsavī Khomeynī) (*24. september 1902 í Khomein Iran - †3. juni 1989) var ein iranskur shia-muslimskur prestur og tann politiski og andaligi leiðarin av tí iransku kollveltingini som koyrdi tann síðsta shahin, Mohammad Reza Pahlavi frá. Sum eftirkomari av profetinum Muhammed hevði hann rætt til at brúka heitið Sayyid framman fyri navnið hjá sær; eisini er svarta turbanin tekin um tað sama. Khomeini fik tittulin Ayatollah i 1950'unum.

Khomeini stýrdi Iran sum andaligur leiðari frá falli Shahsins til sín deyðadag í 1989. Khomeini var ein av teim monnunum ið hevði størst ávirkan á heimin í 20'du øld. Han blev kosin til Ársins Mann av Time Magazine í 1979. Av nógvum varð hann mettur sum ein høvuðsfíggindi av Vesturheiminum, serliga USA.

Eftirmaður Khomeini's er Ali Khamenei.

Tann stolna kollveltingin

Iranska fólkið var sameint í stríðnum at fáa Shah'in (og hansara nógv hataðu loyniløgreglu) frá valdinum, og sjálvt sekulerir kommunistar stuðlaðu Khomeini, tí teir mettu hann vera einasta andstøðing ið kundi fáa Shah'in frá valdinum, sum hann eisini gjørdi. Men eftir at shahurin var farin frá 'stjól Khomeini kollveltingina' (sum iranar siga) og útskifti kongsveldið við eitt átrúnaðarligt veldi (theokrati) ið forfylgdi hesum somu fólkum ið høvdu stuðlað hann at koma til valdið.

Fatwan móti Rushdie

Í 1989 sendi Khomeini út eina fatwu ið ákallaði avrætting av Salman Rushdie, ein indisktbornan bretskan rithøvund. Khomeini pástóð at tað var ein átrúnaralig skylda hjá muslimum at avrætta Rushdie, tí hann hevði spottað profetin Muhammed í bókini The Satanic Verses í 1988. Hóast Rusdie seinni bað alment um umbering, so vildi Khomeini ikki taka fatwuna aftur, og stendur hon við til denna dag. Rushdie bleiv ikki myrdur, men tað bleiv japanski umsetarin av bókini, Hitoshi Igarashi, meðan tveir aðrir umsetarar yvirlivdu morðroyndir ið vórðu framdar ímóti teimum.

Religiøsir minnilutar

Støðan hjá religiøsum minnilutum í Iran, hevur verið blandað undir Khomeini. Ikki-muslimskir minnilutar hava ikki havt somu rættindi sum muslimar. Konvertering (umvending) til islam verður stuðlað, meðan tað øvugta gevur deyðarevsing. Talið av ikki-muslim er fallið nógv síðan Khomeini kom til valdið, t.d. er talið av jødum fallið frá 80.000 til bara 30.000 eftir 20 árum. Hinvegin eru fýra av teim 270 sætunum í parlamentinum tryggjaði átrúnaðarligum minnilutum, eftir boðum Khomeini’s. Khomeini mælti eisini til semju ímillum shia og sunni muslimar. Khomeini skilti ímillum zionismu sum 'sekuleran politikk við jødiskum symbolum' og jødadóm sum ‘trúnna hjá Mósesi’.

Útsjónd og vanar

Khomeini var kendur fyri sína karismatisku útsjónd, sítt lítillætni og stundvísi (punktualitet). Hóast hann var ein av valdsmiklastu monnunum í síni samtíð, so livdi Khomeini eitt sera spartanskt lív. Fólk høvdu bæði ærufrykt og ræðslu fyri honum samstundis, bæði tá ið hann ferðaðist ímillum viðhaldsfólk, uttan at smílast til nakran, og tá ið hann frálærdi uttan at hyggja nakran í eyguni, nakrantíð; nakað ið økti um karismu hansara. Khomeini fylgdi islamisku reglunum um ‘reinleika’ ið metir ikki-muslimar sum ‘óreinar’ (skitnar) eins og skarn, land, blóð, vín o.s.fr., ið kravdi rituelt vask eftir fysiska kontakt við viðkomandi. Sagt verður at hann vildi ikki drekka á matstovu uttan hann hevði fingið fullvissu um at tænarin var muslimur.

Familja og eftirkomarar

Komeini giftist í 1929 við Khadijeh Saqafi Khomeini, hon doyði í 2009. Tey fingu sjey børn, tvey doyðu sum børn, hini fimm ið vuksu til, vóru tríggjar døtur og tveir synir. Báðir synirnir blivu prestar. Eldri sonurin Mustafa Khomeini ið livdi útlegd saman við faðirinum í Najaf í Irak varð myrdur í 1977, hildið verður at iranska loyniløgreglan SAVAK beindi fyri honum. Yngri sonurin Ahmad Khomeini doyði av hjartaslag í 1995, 49 ára gamal. Hetta hendi ein mánaða eftir at hann hevði funnist at stýrinum hjá Ali Khaminei, og hildið verður at hann bleiv eitraður við cyanidi eftir boðum frá høgtstandandi embætismonnum. Best kenda dóttir Khomeini er Zahra Mostafavi ið er professari við Universitetið í Tehran. Hon luttekur eisini í politikki, og er eins konservativ og faðirin; hon tekur undir við at kvinnur skulu noyðast at ganga í turriklæði, og hon metir USA sum ein fígginda ið Iran ikki skal samráðast við.


Khomeini hevur 15 abbabørn, harav hesi eru best kend:

  • Zahra Eshraghi, abbadóttir, gift við Mohammad Reza Khatami leiðara av størsta nýskipanarsinnaða andstøðuflokkinum í Iran. Hon er kend fyri at vera feminist og vil hava at kvinnur skulu sjálvar ráða fyri um tær ganga í turruklæði ella ikki.
  • Hassan Khomeini, abbasonur, sonur Ahmad Khomeini er prestur og leiðari av Khomeini Mausoleum, hann stuðlar eisini nýskipanarrørsluna og var ein av teimum ið kravdi at úrslitið av 2009-valinum skuldi vera ógyldað.
  • Husain Khomeini, abbsonur, sonur Mustafa Khomeini, er eisini prestur og stórur mótstøðumaður av prestastýrinum. Í 2003 bleiv hann endurgivin fyri at siga: “Iranar tørva frælsi nú, og um teir bert kunnu fáa hetta við amerikanskari hjálp, haldi eg tey vildu tikið undir við tí. Sum Irani vildi eg tikið væl ímóti hesum (amerikanskari hjálp)”. Sama ár vitjaði hann USA og hitti m.a. Reza Pahlavi II son síðsta shahin. Í 2006 heitti hann á USA um at gera innrás í Iran, og koyra prestastýrið frá valdinum.
  • Ali Eshraghi, abbasonur, er civilverkfrøðingur og stillaði upp til parlamentsvalið í 2008, men varð diskvalifiseraður tí hann ikki sýndi trúskap mótvegis ‘islamisku samfelagsskipanini’ í Iran. Seinni fekk hann loyvi til at stilla uppaftur, men eftir eitt alment ærumeiðandi tiltak ímóti familju hansara á alnetinum, tók hann seg sjálvboðin aftur frá valinum.

Verk

Khomeini var ein íðin rithøvundur (200 av hansara bókaútgávum eru atkomuligar á alnetinum), ið skrivaði viðmerkingar til Koranina, islamiska løgvísi, upprunan til islamiska lóg, og islamiska siðvenju (tradisjón). Hann skrivaði eisini bøkur um filosofi (heimsspeki), gnosticismu, yrkingar, bókmentir, statsvísindi og politikk.

Útvortis ávísing