Munurin millum rættingarnar hjá "Sirið Stenberg"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Nýggj síða
 
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
Sirið Stenberg (fødd [[26. mai]] [[1968]]) úr [[Vágur|Vági]] er [[Føroyar|føroyskur]] politikari. Hon varð vald á [[Føroya Løgting]] fyri [[Tjóðveldi]] á [[Løgtingsvalið 2011|Løgtingsvalinum 2011]] við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í [[Vágs Býráð]] á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har [[1. januar]] [[2009]]. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum [[heilsusystir]] í [[Suðuroy]]nni.
'''Sirið Stenberg''' (fødd [[26. mai]] [[1968]]) úr [[Vágur|Vági]] er [[Føroyar|føroyskur]] politikari. Hon varð vald á [[Føroya Løgting]] fyri [[Tjóðveldi]] á [[Løgtingsvalið 2011|Løgtingsvalinum 2011]] við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í [[Vágs Býráð]] á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har [[1. januar]] [[2009]]. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum [[sjúkrarøktarfrøðingur]] í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum [[heilsusystir]] í [[Suðuroy]]nni.


== Álitisstørv ==
== Álitisstørv ==
Linja 39: Linja 39:
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1960-árunum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1960-árunum]]
[[Bólkur:Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar]]

Endurskoðan frá 13. feb 2012 kl. 13:02

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) úr Vági er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni.

Álitisstørv

  • Løgtingslimur 2011 -
  • Býráðslimur 2009 -
  • Limur í Føðiskipanarnevnd fyri Føroyar 2008-2011
  • Varalimur í Høvuðsbarnaverndarnevndini fyri Føroyar 2006-2008
  • Leiðari á Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið 2006-2008[1]

Nevndarsessir í Løgtinginum 2011 - 2015

Nevndarsessir í Vágs Býráð

  • Forkvinna í Mentanarnevndini
  • Limur í Sosialu nevnd[2]

Nevndarsessir í øðrum ikki kommunalum nevndum, har Vágs Býráð hevur umboð

  • Sjálvognarstovnurin Eldrasambýlið í Vági
  • Ferðslunevndin
  • Felagið Stóra Pakkhús
  • Bygginevndin fyri Ellis- og Røktarheimið

Frítíðarítriv

Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[3] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.

Privat

Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.

Keldur

  1. Logting.fo
  2. Vagur.fo
  3. Ljomur.com, Nevndin