Munurin millum rættingarnar hjá "Merkur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (bottur broytur: ilo:Merkúrio
Ripchip Bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: diq:Merkur
Linja 94: Linja 94:
[[da:Merkur (planet)]]
[[da:Merkur (planet)]]
[[de:Merkur (Planet)]]
[[de:Merkur (Planet)]]
[[diq:Merkur]]
[[dsb:Merkur (planet)]]
[[dsb:Merkur (planet)]]
[[el:Ερμής (πλανήτης)]]
[[el:Ερμής (πλανήτης)]]

Endurskoðan frá 11. feb 2012 kl. 08:14

Merkur hevur sum Venus, Mars, Jupiter og Saturn altíð verið kend. Hon er tann minsta av hesum "gomlu" gongustjørnunum, men tá ið Pluto varð funnin í 1930 fekk Merkur ivasama heitið at vera næst-minsta gongustjørnan.

Á altjóða ráðstevnuni fyri stjørnufrøðingar í 2006 misti Pluto sína støðu sum gongustjørna, og er Merkur tí aftur at rokna sum minsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er bert áleið hálva aðru ferð størri enn Mánin.

  • Miðalfjarstøða frá sólini: 57,9 milliónir km
  • Rotatiónstíð (Longd á degnum): 59 Jarðardøgn
  • Umfarstíð (Longd á árinum): 88 Jarðardøg
  • Yvirflatuhiti: -180 °C (náttsíðan); 430 °C (dagsíðan)
  • Diametur: 4.875 km
  • Voluma (Jørðin = 1): 0,056
  • Massi (Jørðin = 1): 0,055
  • Tyngd við Ekvator (Jørðin = 1): 0,38
  • Tal av mánum: 0
  • Eygleiðing: Merkur er ongantíð meir enn 28º frá Sólini á himlinum og sæst tí bert við sólarris ella sólsetur. Hon er tann truplasta av teim nærmastu gongustjørnunum at fáa eyga á, og sæst einans nakrar fáar dagar hvønn mánað.


Gonga Merkurs um Sólina

Merkur er tann gongustjørnan, ið hevur mest sermerktu gongdina um Sólina. Tað eru aðrir himmalknøttir, ið hava gongur, ið eisini eru serligar, men hesir knøttir eru ikki gongustjørnur. Í perihelium er Merkur einans 46 milliónir km frá Sólini, men í aphelium er hon 69,8 milliónir km haðani. Ekvatorialplanið hjá Merkur fellir saman við umfarsásin (tvs. rotatiónsásin stendur næstan vinkulrætt á umfarsásin). Hetta merkir, at ongar árstíðir eru á gongustjørnuni, og í ávísum kraterum við pólarnar sær sólin ongantíð. Umfarsásurin hellir 7º í mun til umfarsás Jarðar. Av tí at Merkur melur um Sólina innafyri Jørðina hevur hon fasur, akkurát sum Mánin.

Merkurgongan

Einar 13 ferðir hvørja øld førir himmalgonga Merkurs hana millum Jørðina og Sólina, soleiðis at vit kunnu síggja hana sum ein lítlan svartan blett, ið ferðast eftir Sólarskivuni.

Rotatión og umfar

Merkur melur tríggjar ferðir um seg sjálva fyri hvørjar tvær ferðir, hon melur rundan um Sólina (við øðrum orðum eru trý Merkur "døgn" fyri hvørji tvey Merkur "ár". Henda merkisverda støða ger, at stóðu vit á Merkur, so gingu 176 Jarðarsamdøgur millum hvørt sólarris.

Samanseting

Missiónir til Merkur


Keldur

[1] jpl.nasa.gov

[2] Missiónir til Merkur

Forlaget Aktium: Universet - Illustreret Opslagsværk (2006)

 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA