Munurin millum rættingarnar hjá "Nigeria"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur broytur: yi:ניגעריע
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: or:ନାଇଜେରିଆ
Linja 286: Linja 286:
[[nso:Nigeria]]
[[nso:Nigeria]]
[[oc:Nigèria]]
[[oc:Nigèria]]
[[or:ନାଇଜେରିଆ]]
[[os:Нигери]]
[[os:Нигери]]
[[pam:Nigeria]]
[[pam:Nigeria]]

Endurskoðan frá 3. feb 2012 kl. 19:38

Federal Republic of Nigeria
Flagg Nigeria
(Flagg Nigeria)
Tjóðarslagorð: "Unity and Faith, Peace and Progress"
Tjóðsangur: "Arise, O Compatriots"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Abuja
Forseti Goodluck Jonathan
Varaforseti Namadi Sambo
Fullveldi 1. oktober 1960
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
923,768 km²
1.4 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
155 215 573
164.8/km²
Gjaldoyra Naira (NGN)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .ng
Telefonkota +234

Føderativa Lýðveldið Nigeria (enskt og alment: Federal Republic of Nigeria [1]) er stórt land í Vesturafrika. Í vestri hevur Nigeria mark við Benin, í norðri við Niger, í eystri við Kamerun og í suðri við Atlantshav.

Høvuðsstaður er Abuja, og londinum hevur umleið 155 millionar íbúgvar (í 2011 sbrt. ST). Umframt almenna málið enskt duga nógvir nigerianar igbo, havsa og joruba.

Her búgva ógvuliga mong fólkasløg, bara í Nigeria eru fleiri enn 250 fólkasløg og ættarbólkar [2].

Søga

Hendingarøð

Mynd:Igbo Ukwu burial chamber in Nigeria.jpg
Igbo-Ukwu-fólkið. Sessurin er settur við koparkúlum.
  • 1000 f.Kr.: Jamsrót verður velt til matna í Nigeria.
  • 1200 f.Kr.: Nokmentanin tekur seg upp í Nigeria.
  • 900 f.Kr.: Nokfolkið í Nigeria ger tarraskottamyndir.
  • 600 f.Kr.: Nokfólkið í Nigeria er farið at hørra jarnmálm.
  • 500 f.Kr.: Í Nigeria var nokfólkið farið at nýta jarn, eisini fingu leirbúnyttur og aðrir mentagripir nýtt snið og mynstur.
  • Um 900: Kasar Hausa (Hausaland), fruktagóðar oyrar við Norðurnigeria, verður múgvandi og ríkar seg upp av vaksandi handilsskapi og ídnaði.
  • 1050: Yorubamentanin í Ife blómar í Nigeria. Hon varir til 15. øld.
  • 1300: Ifementanin í Nigeria fer viðgitnar lutir úr messingi.
  • Um 1530: Portugisar fara at flyta trælir úr Nigeria til Amerika. Summir nigerianskir kongar og keypmenn seldu evropearum trælir.
  • Um 1598: Fyrstu niðurlendsku handilsstaðirnir í Nigeria.
  • 1720: Yorubaríkið Oyo hevur enn valdið vestan fyri Nigerá.
  • 1750: Um 1750 flutti Nigeria helst 200.000 ella kanska fleiri byrsur inn um árið.
  • 1800: Evropeiski Dysturin um Afrika byrjar.
  • 1805: Mungo Park (1771-1806) rannsakar Nigerá. Hann doyði árið eftir, tá ið hann royndi at fylgja ánni oman at sjónum.
  • 1967-1970: Biafrakríggið.
  • 1974: Nigeria verður størsta oljuland í Afrika.
  • 1. oktober 1960: Nigeria fær fullveldið.

Forna búsetingin

Fulanifólkið búði í Nigeria.

Í 1938 fann ein bóndi í bygdini Igbo-Ukwu í Suðurnigeria nakrar bronsubollar í moldini. Tá ið farið varð at grava út har seinni, funnu menn eitt gravkamar við lutum av jarni, kopari, bronsu og mongd av perlum. Bronsulutirnir vóru stoyttir soleiðis - Luturin, sum skuldi verða stoyptur, varð evnaður til úr voksi, fjaldur við leiri og heitaður. Voksið bráðnaði og rann út í gjøgnum eitt hol í leirinum, og brædd bronsa var síðan stoytt í leirformin, sum varð brotin uttan av, tá ið bronsan var stadnað.

Hesir lutir vísa eina hugtakandi mentan í Igbo-Ukwu um 950 e.Kr. Søgufrøðingar vita ikki nógv um hesa mentan, men halda, at fólkið hevði politiskt frælsi, javnrætt og sjálvt valdi ein mann at stýra. Í gravkamarinum var eitt ílatið lík, sum var jarðað sitandi á einum krakki. Hin deyði var tignarligur maður, tí at ein krúna varð eisini funnin. Søgufrøðingar halda, at hann hevur verið valdsharri við sama valdi sum ein eze nri, eitt heiti, ið hevur verið nýtt um oddamenn fólksins á hesum leiðum til fyrst í 20. øld.

Nokfólkið

Nokmentanin var á Josháslættanum í Norðurnigeria, einar 160 km norðan fyri ánna Benue. Um 600 f.Kr. fór hetta landbúnaðarfólkið at høgga málm og bræða hann til jarn í lagum ovnum, sum vóru grivnar niður í jørðina. Fólkið er uppkallað eftir bygdini Nok, har nógvar terrakottamyndir vóru funnar. Tey gjørdu øvaroddar, spjótsoddar og øksir og saksingarjørn at rudda og dyrka tropiska skógin við. Tey dugdu væl at gera steinamboð.

Gerandisdagur Nok-fólksins verður endurspeglaður í mongu terrakotamyndum teirra. Til dømis brúktu teir perlubond og høvdu træskaft í øksunum. Nokmentanin endar helst 200 e.Kr., en nógv av tí, sum eyðkendi hana, helst terrakottamyndlistin og aðrir mentalutir, sæst seinni aftur í afrikanskum mentanum, serstakliga í teirri meistarligu natúralistisku høggmyndini í Ife-mentanini. Nógvar terrakottamyndir eru funnar tætt við Jos, tí at teir hava høgt tin har. Mangar teirra høvdu undarligt tilevnað hársnið og eygu við holum í.

Fulanifólkið

Fulanifólkið fór við fylgjum sínum um meginpartin av Nigeria. Mangir fulaniar settu seg niður í Hausalondum í Norðurnigeria. Summir fluttu til býirnar og tóku við muslimskari trúgv. Usuman dan Fodio, islamskur prestur av fulanifólkinum í Hausaríkinum Gobir fanst um 1788 harðliga at kongi, tí hann stýrdi ikki eftir strongu muslimsku lógunum. Hann fekk mong viðhaldsfólk, og í 1790-árunum vóru Usuman og viðhaldsmenn hans álvarslig hóttan ímóti Gobiríkinum.

Í 1804 rýmdi Usuman úr Gobir og eggjaði fólki til heilagt kríggj (jihad) ímóti øllum Hausakongum. Í 1812 vóru flestu Hausaríkini limað inn í nýtt stórveldi, sett saman av fulaniríkjum. Usuman fekk sær tignarheitið kaliffur, og tá ið hann doyði, gekk tað í arv til son hansara, Muhammed Bello, sum stýrdi úr nýbygda býnum Sokota. Fulaniar vóru einasta flakkfólkið í Vesturafrika og vóru javnan á ferð við fylgjum sínum. Teir fóru eystureftir úr Senegal til Norðurnigeria.

Politikkur

Goodluck Jonathan er núverandi forseti í Nigeria.

Bretska Samveldið

Mynd:Nigeria-protest.jpg
Mótmælisfólk.

Í 1995 handtók hernaðarstýrið í Nigeria navnframa rithøvdundin og andstøðingin Ken Saro-Wiwa og átta aðrar umhvørvisstríðsmenn og dømdi teir til deyða. Saro-Wiwa hevði staðið á odda fyri einum átaki ímóti miklu dálkingini á oyrunum í ánni Nigeria, har mong oljufeløg pumpa upp olju. Hóast altjóða mótmæli og áheitanir um at eira teimum deyðadømdu, vóru allir níggju avrættaðir. Sum mótmæli ímóti hesari beistagerð varð Nigeria tveitt út úr Commonwealth of Nations. Sterkastu Commonwealth-londini gjørdu av í 1997 ikki at seta fleiri atgerðir í verk ímóti Nigeria.

Forsetavalið í 2011

Tað hevur verið ófriðarligt har norðuri í Nigeria síðani forsetavalið í 2011, har verandi forsetin, Goodluck Jonathan, varð afturvaldur við 57 prosentum av atkvøðunum. Reyði Krossur sigur, at fólk hava sett eld á moskur, kirkjur og sethús. Felagsskapurin sigur eisini, at fleiri fólk hava latið lív, og at minst 2000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi. Eygleiðarar hava sagt, at valið var tað best skipaða í Nigeria í fleiri áratíggju, men viðhaldsfólk hjá andstøðuni leggja stjórnarflokkin undir valsvik.

Eygleiðararnir vísa á, at valúrslitið vísir, hvussu Nigeria er býtt sundur í tveir partar. Goodluck, sum er kristin, vann har suðuri í landinum, meðan hitt valevnið, Butheri, vann í teimum muslimsku økjunum har norðuri, har ein stórur partur av fólkinum eru muslimar.

Ófriður

Í minsta lagi 800 fólk hava latið lív í samanbrestum millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í 2010 [3]. Corinne Dufka, sum er talskvinna hjá Human Rights Watch, sigur við tíðindastovurnar, at tey fullkomiliga meiningsleysu drápini kunnu breiða seg. Higartil hava teir flestu samanbrestirnir verið í statinum Plateau, sum er miðskeiðis í landinum. Sambært felagsskapinum hava partarnir verið eirindaleysir, og tað finnast dømi um, at fólk eru brend livandi í 2011 [4].

Sambært talskvinnuni hjá Human Rights Watch hava hvørki teir lokalu ella landsmyndugleikarnir víst tann neyðuga viljan til at steðga harðskapinum. Í 2009 vóru eisini blóðugir samanbrestir millum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í Nigera, og tá doyðu umleið 1500 fólk.

Hungursneyð

Eingin veit, hvussu mong børn eru deyð í hungursneyð í Nigeria. Sjónvarpssíggjarar um allan heim hava sæð líðingar teirra.

Landafrøði

Fylgisveinamynd.

Býurin Lagos er á eini oyggj beint úti fyri strondina í útsynningspartinum í Nigeria. Fyrstu fólk, ið búsettu seg í oynni, vóru yorubar, ið komu higar í 15. øld. Býurin vaks skjótt og gjørdist stórur handilsstaður, tá ið evropearar komu til Afrika. Tá ið Nigeria loysti í 1960, gjørdist Lagos høvuðsstaður í landinum, í 1992 gjørdist Abuja, inni í landinum, høvuðsstaður [5]. Men enn er Lagos størsti býur.

Strondin við Guineaflógvan er útgrunn og tann beri sandur. Har er tí ómøguligt at koma at við skipi, og tá ið havnirnar eru fáar, mugu skipini varpa upp uttan fyri lónna ofta fleiri kilometrar frá landi. Fólk og førningur verður so ført á land við báti. Sandurin liggur inn ímóti brekkunum. Í sandinum vaksa bara einstakir pálmar. Men í brekkunum, sum ganga niðan ímóti háslættunum, vaksa baobabtrø og pálmar. Har er nóg mikið av avfalli, sum vindurin ber uttan av havinum. Uppi á háslættunum regnar dúgliga alt árið, har eru stórar víddar avvaksnar við kakaotrøum.

Búskapur

Stórbýurin Lagos.
Mynd:Fishing nigeria.jpg
Fiskiskapur í einari á í Nigeria. Fiskurin verður rikin við rópum og trøum man til fiskimennirnar.
Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum.

Tá ið evropeararnir komu hagar fyri einum 500 árum síðan, fóru teir at handla við høvdingarnar og keyptu frá teimum vørur, sum vóru sjáldsamar í Evropa, mest fílabein, gull og kryddarí, men seinni kom trælahandilin við USA at vera tann berandi.

Nigeráin er 4000 km. long, hon er góð at sigla á og kann, um hon verður byrgd, veita landinum nógva elmegi at virka teir nógvu málmar, sum í jørðini eru, og at edla tær nógvu fruktir, sum í jørðini vaksa. Nigeria kundi verið ríkt, tí at har eru nógv gass, olja og steinsløg, og har er nógv góð landbúnaðarjørð. Knappliga 155 milliónir fólk búgva í Nigeria, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika, sum heild er fólkið betur útbúgvið enn nógvastaðni í heimspartinum.

Men Nigeria er spjatt í nógvar ættbólkar við nógvum tungumálum, so tað er stríggið at halda ríkinum saman í einum. Men eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir og stríð ímillum fólkasløgini birtu í borgarakríggj í 1967. Nú stríðist Nigeria við at gjalda aftur ovurstóru uttanlandsskuld sína og at menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.

Ídnaður

Olja er tí týdningarmesta stakvøra, handlað verður við nú á døgum. Oljuvinnan í Nigeria tók seg upp í 1956, og 20 ár var oljan høvuðsstuðulin undir øllum búskapinum í landinum. Oljan í Nigeria er rein og góð, og tí er hon væl egnað at gera til brennievni í flogførum. Men tað er ógvuliga svikaligt, at búskapurin í einum landi hevur bara ein rávøra at líta á. Tá ið oljuprísurin fall í 1980-árunum kom Nigeria í svára búskaparkreppu. Nú verður roynt at menna annan ídnað, so at landið hevur fleiri stuðlar at standa á búskaparliga.

Fiskiskapur

Nigeráin rennur gjøgnum Niger og Mali, men ósin er í Nigeria. Fleiri enn 100.000 tons í fiski verða á hvørjum ári veidd har uppi millum oyrarnar í Nigeránni. Oyrarnar eru eitt tað mætasta náttúrulendið í Vesturafrika.

Landbúnaður

Í 1990-árunum vóru lagdar inn stórar gróðrarlundir nógvastaðni í Nigeria, har ymisk grøði, mest ætlað til útflutnings, verður dyrkað. Her verður arbeitt við maskinum og dyrkað verða til dømis kaffi, kakao, bummull, sukur og oljupálmar. Kakaotræið hevur uppruna sín í Brasil, men trívist væl við Guineaflógvan. Nigeria er tað land í heiminum, sum ger mestu pálmaoljuna. Pálmaoljan verður nýtt til matolju, sápu, margarin, kertiljós og máling. Oljupálmarnir vaksa villir í regnskógunum, fruktirnareru oljukeldar, og oljan verður eins og jørðnøtaoljan gjørd til bæði margarin og sápu. Umframt hetta hava menn stórar garðar við teplantum, gummi- og kaffitrøum.

Kornsløgini rís og hirsa verða dyrkað víða um í Nigeria. Hirsa er vanlig grøði í turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum til dømis maniok og jamsrót. Jamsrót og maniok verða kókað og etin til dømis aftur við høsnarungum, fiski ella geitakjøti. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-5 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dopi av luftini.

Flestir bøndur í Nigeria eiga smáar ognargarðar. Teir velta jørðina við træplógvi, hakkara og øðrum einføldum amboðum. Til egna nýtslu verða velt maniok, rís, jamsrót og mais. Kakao, pálmaolja, gummi og jarðnøtir verða dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir í Nigeria hava lagt stóran dent á landbúnaðin í lundunum, verður enn mesta grøðin, ið verður flutt út, dyrkað á smáu ognargørðunum.

Flestir nigerianar liva alt lív sítt í heimbygdini, hóast teir fara í býin at arbeiða og læra eitt skifti í lívinum. Fólkið á bygd livir mest av jørðini, men har eru eisini smiðir, snikkarar og fólk, ið duga á at skyna heimaráðum. Bygdarfólkini eru mest sum sjálvbjargin - tey dyrka næstan alt, tey eta, byggja sjálv hús síni, veva og virka klæði og gera leiríløt at matgera í. Tað, tey ikki gera sjálv, verður keypt fyri peningin, tey fáa fyri tær vørur, sum tey selja á bygdarmarknaðinum.

Handilsviðurskifti við útheimin

Nú eru 98 % av útflutninginum olja og gass [6].

Føroyar

Faroe Marine Product (FMP), sum var ársins virki í 2005, turkar høvd og ryggir av ymsum fiskasløgum og størsti parturin av framleiðsluni verður seldur til Nigeria. Nigerianski marknaðurin er ein bíligur marknaður og tí er sera umráðandi fyri FMP at halda orku-, lønar- og rávørukostnaðinum niðri. Einasti marknaður er Nigeria, og her eru turkað toskarhøvd reint luksus. Eitt toskarhøvd kostar tað sama sum fýra tímalønir.

Svartkjafturin verður skráskorin umborð og síðan seldur til FMP, vanliga kallað Høvavirkið, í Leirvík. Har verður hann turkaður og síðan seldur til Nigeria. Høvdini verða skorin sundur og verða so kókað. Hetta er eisini ein sunn føði, tí 70 % eru proteinir. At bert eitt land er marknaður merkir, at tað er avmarkað, hvussu nógv framleiðslan kann økjast í einum, uttan at hetta gongur útyvir prísin. Men hinvegin er Nigeria fólkaríkasta land í Afrika, og oljuríkidømið har merkir, at tað eru í hvussu er nakað nógv, sum hava ráð til at keypa.

Men so gjørdist borgarakríggj í Nigeria, hvør minnist ikki biafrakríggið. Nigeria var høvuðsmarknaðurin, og hesin útflutningurin fall iður í lítið og einki. Seinastu árini er hann tó øktur eitt lítið sindur og tað er hann vist í Noregi eisini.

Fólkið

Kirkja í Abuja.

Mong ung fólk fara til stórbýirnar at læra ella arbeiða og senda foreldrum og systkjum pening, tá ið landbúnaðurin gevur ov lítið av sær. Peningurin verður ofta nýttur at keypa mat ella skúlabøkur fyri til eitt barn, sum gongur í skúla. Tá ið tey ungu eru liðug at læra, ella tey hava lagt nóg mikið av peningi til síðis, fara tey heim aftur í heimbygdina.

Tað eru nógv sera fátøk fólk í Nigeria.

Fólkasløg

Í Nigeria eru fleiri enn 250 fólkasløg [7]. Fjølmentastu fólkasløgini eru hausafulani fyri norðan, yoruba fyri vestan og ibo fyri eystan. Stóra fátækradømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í Nigeria.

Átrúnaður

Í Nigeria eru mangir átrúnaðir. Nigeria kann sigast at vera býtt sundur í ein sunnara og ein norðara part, tá ið talan er um t.d. landslag og veðurlag, sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Nigeria eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir.

Í norðara parti í landinum eru flestu fólk muslimar, tað vóru arábiskir keypmenn úr Norðurafrika, ið bóru trúnna hagar við sær í 11. øld. Átrúnaðarligar høgtíðir eru vanligar, til dømis sallahskrúðgongan, ið siður er at ganga, tá ið muslimski føstumánaðurin, ramadan, er úti.

Fimm hundrað ár seinni høvdu keypmenn úr Evropa kristindómin við sær, tá ið teir komu til Suðurnigeria. Fyrsti trúboðarin kom til Nigeria í 1913 og í 1916 varð fyrsta kirkjan vígd. Tað var tann lítla St. Johns kirkjan í Numan. Síðani tá hevur Mission Afrika sent nógvar trúboðarar út. Ein teirra er Kaja Nemuel, fødd Lamhauge, sum er ættað úr Rituvík. Lutherska kirkjan í Nigeria er í stórum vøkstri. Afrikanskir átrúnaðir eru eisini vanligir í Nigeria.

Bretska deildin av Aid to the Church in Need, hevur kannað 33 lond, har átrúnaðarlig forfylging er skrásett. Lond sum Nigeria, Irak og Pakistan eru millum tey ringastu [8].

Mentan

Tveir heimar møtast ofta í nigerianskari list og í gerandisdegi afrikanaranna, gamli siðbundni heimurin og nýggi. Arbeiðið, hugskot og dreymar, sum nýggja tíðin hevur við sær, gerast alt vanligari, men fornir siðir og gamal lívsháttur hevur enn djúpar røtur í fólkinum. So er eisini, tá um átrúnað er at røða, hóast kristindómur og islam vinna skjótt fram í Nigeria.

Yourubafólkið Útsynningsnigeria dugir væl at lita klæði, ið tey prýða við fjølbroyttum mynstrum. Tey nýta litevni úr náttúruni. Klæðini verða vanliga litað í stórum leirkørum. Hausafólkið í Kano í Norðurnigeria hevur grivið og stoypt stórar litingarbrunnar niður í jørðina at lita í.

Keldur

  1. http://www.nigeria.gov.ng/
  2. http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/2836.htm
  3. http://dailytimes.com.ng/article/%E2%80%98800-people-killed-post-election-violence%E2%80%99
  4. http://www.trust.org/alertnet/news/three-burned-alive-in-attack-in-central-nigeria/
  5. http://www.ngex.com/nigeria/places/states/abuja.htm
  6. http://www.nigerianembassy.ru/Nigeria/economy.htm
  7. http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/2836.htm
  8. http://www.washingtontimes.com/news/2010/apr/29/nigeria-among-worst-violators-of-freedom/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

ak:Nigeria