Munurin millum rættingarnar hjá "Ukraina"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
TjBot (kjak | íkøst)
s r2.5.4) (bottur leggur aftrat: frr:Ukraine
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: or:ୟୁକ୍ରେନ
Linja 212: Linja 212:
[[nv:Yóókwein]]
[[nv:Yóókwein]]
[[oc:Ucraïna]]
[[oc:Ucraïna]]
[[or:ୟୁକ୍ରେନ]]
[[os:Украинæ]]
[[os:Украинæ]]
[[pam:Ukranya]]
[[pam:Ukranya]]

Endurskoðan frá 3. feb 2012 kl. 18:18

Україна
Ukrayina
Flagg Ukraina
(Flagg Ukraina)
Skjaldarmerki Ukraina
(Skjaldarmerki Ukraina)
Tjóðarslagorð: Volja, Zlagoda, Dobro
Tjóðsangur: Sjtje ne vmerla Ukraina
Alment mál Ukrainskt
Høvuðsstaður Kyiv
Forseti Viktor Yanukovych
Forsætismálaráðharri Mykola Azarov
Fullveldi 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
603 700 km²
7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
45 888 00
77,0/km²
Gjaldoyra Hryvnia UAH
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .ua
Telefonkota +380

Ukraina ella Ukreina (ukrainskt: Україна ella Ukrajina) er land í Eysturevropa. Tað hevur mark við Russland, Hvítarussland, Pólland, Slovakia, Ungarn, Rumenia, Moldova, ikki-alment viðurkenda landið Transnistria og Svartahavið. Landið lýst seg sjálvstøðugt í 1991.

Søga

Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í Tjornobylj. Geislavirkin evni vórðu spjadd víða um og gjørdu skaða á fólk, djór og umhvørvið, bæði í, men eisini uttanfyri landið.

Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í Sovjetsamveldinum (1922–1991). Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í 1991, hava viðurskiftini við Russland verið vánalig, serliga tí, at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur skip og vápn, ið vóru samogn í Sovjettíðini.

Landafrøði

Býir

Kyiv er høvuðsstaðurin í Ukreina. Har eru m.a. nógv gomul kleystur og gamlar kirkjur. Odesa er ein stórur havna- og ídnaðarbýur. Har eru eisini stórar skipasmiðjur og kornsiloir. Kharkiv og Donetsk eru eisini stórir ídnaðarbýir, har verða landbúnaðarmaskinur framleiddar. [1]

Størstu býirnir í Ukraina:

Búskapur

Næstan alt Ukraina er opið landbúnaðarlendi. Har var kornkamarið í Sovjetsamveldinum, men har er eisini ídnaður. Tey framleiða t.d. nógv stál, klæði, kol og maskinur.

Landbúnaður

Besta jørðin er í Eysturukreina, sonevnda svarta jørðin [2]. Á ovurvíðu fløtunum eru akrar, so langt eygað ber. Her er ikki so nógv avfall sum í til dømis kaukasuslýðveldunum, men breiðu, møku áirnar, tær størstu eru Dnjestrá og Dneprá, gera at væl ber til at veita vatn á fruktagóðu, svørtu moldina. Næstan 75% av Ukraina eru fruktabarar fløtur, nevndar steppur. Stórur partur av hesum flatnalendi er veltur og av bestu kornjørð.

Ukraina varð kallað "kornbing í Sovjetsamveldinum" [3], tí at so nógv korn, til dømis bygg, havri, bókhveiti, mais, hveiti og rúgur, kom haðan. Yvir 23% av øllum kortinum, Sovjetsamveldið brúkti í 1990, varð velt í Ukraina. Mesta fólkið býr eisini á bygd og fæst við jarðarbrúk, tað ger, at tey eru sjálvbjargin við mati. Breyð er høvuðsmatur og verður etið allar máltíðir. Ukrainar baka alskyns sløg av breyði, t.d. kornbreyð, fullkornsbreyð og rugbreyð.

Ídnaður

Í Ukraina er nógv til bæði av jarni og koli, og har eru mangir stórir ídnaðarbýir. Í Donetslækkanum eru t.d. størstu kolalindirnar í Evropa. Her eru eisini nógvur ídnaður og kola- og vatnorkuverk, sum veita fimtstørstu stál- og jarnvirkjum í heiminum ravmagn. Aðrar verksmiðjur gera metalið til og smíða maskinur og skip burtur úr tí. Men mong nám og mangar verksmiðjur geva lítið av sær, og ídnaðinum tørvar nýíløgur. Nógvur metalmálmur, til dømis blýggj, kopar, uran, sink, jarn og mangan, koma hiðani.

Fólkið

Í Ukraina eru viðurskiftini ring ímillum upprunafólkið og mongu russarnar, ið vórðu eggjaðir at flyta higar í sovjettíðini. Fimtingurin av fólkinum eru russar í 2010. Sovjetstýrið í Moskva royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í Sovjetsamveldinum og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg russiskt og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan.

Keldur

  1. http://www.landsider.no/land/ukraina
  2. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2116.html?countryName=Ukraine&countryCode=up&regionCode=eu&#up
  3. http://www.snl.no/Ukraina/n%C3%A6ringsliv