Munurin millum rættingarnar hjá "Suðursudan"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: tk:Günorta Sudan
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: or:ଦକ୍ଷିନ ସୁଦାନ
Linja 128: Linja 128:
[[nv:Shádiʼááhjí Soodą́ą]]
[[nv:Shádiʼááhjí Soodą́ą]]
[[oc:Sodan del Sud]]
[[oc:Sodan del Sud]]
[[or:ଦକ୍ଷିନ ସୁଦାନ]]
[[pl:Sudan Południowy]]
[[pl:Sudan Południowy]]
[[pnb:دکھن سوڈان]]
[[pnb:دکھن سوڈان]]

Endurskoðan frá 3. feb 2012 kl. 14:33

Republic of South Sudan
Flagg Lýðveldið Suðursudan
(Flagg Lýðveldið Suðursudan)
Skjaldarmerki Lýðveldið Suðursudan
(Skjaldarmerki Lýðveldið Suðursudan)
Tjóðarslagorð: "Justice, Liberty, Prosperity"
(føroyskt: Rættferð, Frælsi, Hepni)
Tjóðsangur: "South Sudan Oyee!"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Juba
Forseti Salva Kiir Mayardit
Varaforseti Riek Machar
Fullveldi 9. juli 2011
(frá Sudan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
619,745 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
8,260,490
13,33/km²
Gjaldoyra Sudanskur dinarur (SDG)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .sd
Telefonkota +249

Lýðveldið Suðursudan (enskt: South Sudan) er er eitt land í Miðafrika, sum lýsti seg sjálvstøðugt 9. juli 2011. Størsti býurin og høvuðsstaður er Juba. Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arábiska Sudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólik.[1] Fólkaatkvøðan í Suðursudan var í døgunum frá 9. januar til 15. januar 2011. Forsetin í Sudan, Omar Bashir, góðkennir úrslitið av fólkaatkvøðuni, og at Suðursudan tekur loysing. Fólkaatkvøðan varð ásett longu í 2005, tá partarnir samdust um eina friðaravtalu, sum endaði ta longsta borgarakríggið í Afrika. Tí eru fólk fegin um, at landið nú er býtt sundur í tvey lond. Men enn er ikki friður. Stríð er framvegis um markið millum londini bæði, og heldur ikki er semja um, hvør fær økið Abyie, sum er størsta oljuøkið í Sudan. Hóast kríggið formliga er liðugt, prutlar tað undir lokinum, og tí hevur ST framvegis 7000 friðarvarðveitandi hermenn í landinum [2].

Í Sudan (Norðursudan) búgva umleið 1,5 milliónir suðursudanesarar, sum stjórnin síðan í 2010, hevur goldið ferðaseðilin fyri, um tey vildu fara heimaftur [3]. Tí tilboðnum hava fólk í hundraðtúsundatali tikið av. Og við einum valúrsliti, har 99 % luttóku og 98,6 % av teimum atkvøddu fyri einum sundirbýti av Suður- og Norðursudan [4], sær tað út til, at talið av flóttafólkum, sum flyta heimaftur, fer at økjast enn meira.

Keldur

  1. http://www.bbc.co.uk/news/mobile/world-africa-13351773
  2. http://www.newser.com/article/d9obkf701/un-approves-peacekeeping-force-with-7000-troops-for-south-sudan-on-eve-of-independence.html
  3. http://www.brookings.edu/opinions/2011/0708_south_sudan_independence_ferris.aspx
  4. http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7473598