Munurin millum rættingarnar hjá "Slovenia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: roa-tara:Slovenie
FoxBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: or:ସ୍ଲୋଭେନିଆ
Linja 193: Linja 193:
[[nv:Słobíín Bikéyah]]
[[nv:Słobíín Bikéyah]]
[[oc:Eslovènia]]
[[oc:Eslovènia]]
[[or:ସ୍ଲୋଭେନିଆ]]
[[os:Словени]]
[[os:Словени]]
[[pam:Slovenia]]
[[pam:Slovenia]]

Endurskoðan frá 3. feb 2012 kl. 12:17

Republika Slovenija
Flagg
(Flagg )
Skjaldarmerki
(Skjaldarmerki )
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Zdravljica
Alment mál Slovenskt, Italskt, Ungarskt
Høvuðsstaður Ljubljana
Presidentur Danilo Türk
Forsætisráðharri Borut Pahor
Fullveldi Frá Jugoslavia 25. juni 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20,273 km²
0,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2003
 - tættleiki
 
1 935 700
96/km²
Gjaldoyra Slovenskur tolar
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .si
Telefonkota +386

Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.

Søga

Høvuðsgrein: Slovensk søga

Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991.

Politikkur

Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur

Mentan

Høvuðsgrein: Slovensk mentan

Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.

Landafrøði

Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði

Fjallalandið Slovenia er í Útnyrðingspartinum á Balkan. Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Mesta fólkið býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.

Búskapur

Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur

Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.

Hygg eisini at

Útvortis ávísing