Munurin millum rættingarnar hjá "London"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur leggur aftrat: si:ලන්ඩන් (London)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: lo:ລອນດອນ
Linja 145: Linja 145:
[[lmo:Lundra]]
[[lmo:Lundra]]
[[ln:Londoni]]
[[ln:Londoni]]
[[lo:ລອນດອນ]]
[[lt:Londonas]]
[[lt:Londonas]]
[[lv:Londona]]
[[lv:Londona]]

Endurskoðan frá 1. feb 2012 kl. 02:36

Land: Stóra Bretland
Vídd: 1,577.3 km²
Íbúgvar (2006): 7 512 400
fyri km²: 4,761/km²
Mál: Enskt
Heimasíða: www.london.gov.uk
Ting í London við Big Ben

London er høvuðsstaður Stóra Bretlands, og hevur umleið 7 554 000 íbúgvar. Rómverjar bygdu London í 43 e.Kr.f. Stívliga 7,5 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í Evropa. Høvuðsstaðurin er ein av fíggjarligu og mentanarligu miðdeplunum í heiminum og er væl umtóktur ferðamannabýur. Hvørt ár koma fleiri milliónir fólk til London og fara til dømis í sjónleikarhús, á søvn og at síggja søguligar bygningar.

Ikki í nøkrum stórbýi í heiminum er so stórur gjaldoyrahandil sum í London. Í City Of London ella "Square Mile", sum miðbýurin eisini verður nevndur, eru fleiri enn 500 bankar, og London er ein av fíggjarmiðdeplum heimsins. Atvoldin er lutvíst tann, at Stóra Bretland áður var heimsveldi, men meiri er, at London liggur væl fyri - mitt ímillum New York City í USA og Tokyo í Japan, sum eru hinir stóru fíggjarmiðdeplarnir í heiminum. Eisini hava teir vunnið sær serkunnleika, ið er bygdur upp, sum árini eru liðin.

Nógv fólk úr øllum heiminum flyta til Bretska høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið. Av tí at fólkatalið er so høgt, kann tað vera torført at fáa nakað at búgva í fyri ein hóskandi kostnað, og sum samstundis hevur góðar hentleikar og er væl hildið.

Mong máttmikil fleiritjóðafeløg hava høvuðsskrivstovu í London.


Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA