Munurin millum rættingarnar hjá "Los Angeles"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
HRoestBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: se:Los Angeles
Ripchip Bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: mhr:Лос-Анджелес
Linja 129: Linja 129:
[[lv:Losandželosa]]
[[lv:Losandželosa]]
[[mg:Los Angeles]]
[[mg:Los Angeles]]
[[mhr:Лос-Анджелес]]
[[mi:Los Angeles, Karapōnia]]
[[mi:Los Angeles, Karapōnia]]
[[mk:Лос Анџелес]]
[[mk:Лос Анџелес]]

Endurskoðan frá 29. jan 2012 kl. 16:16

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá New York City
Grunddáta
Land: USA USA
Lutstatur: Kalifornia Kalifornia
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2011): 3,833,995
fyri km²: 3,168/km²
Heimasíða: www.ci.la.ca.us

Los Angeles ella L.A. er næststørsti býur í USA og størsti býur í Kalifornia. Los Angeles eitur í veruleikanum El Pueblo de Nuestra Señora la Reina de los Ángeles de Porciúnculaføroyskum "Bygdin hjá okkara frúgv, Porciúncula einglanna drotning"), og býurin verður eisini róptur City of Angels (føroyskt "einglanna býur"). Býurin hevur umleið 3,8 mió. íbúgvar. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt.

Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd bilar og flogfør. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum.

Tætt við býin eru góðar oljukeldur. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.

Søga

Ófriður

Í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum var búskaparlig afturgongd í USA, og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og svørt. Í 1992 endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar løgreglumenn, sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum svørtum manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í LA. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2.000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió. dollarar, og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í.

Neistin sum festi í ófriðin í Los Angeles, var ein tilburður í 1991. Nakrir hvítir løgreglumenn steðgaðu einum svørtum bilførara, nevndur Rodney King, noyddu hann at leggja seg niður, lupu síðan á hann og slógu hann og sparkaðu hann. King, ið einki hevði gjørt til saka, var fluttur á sjúkrahús, illa skaddur. Ein eygleiðari tók álopið upp á sjónband, og upptøkan, ið vardi 2 minuttir, varð sýnd í amerikanska sjónvarpinum, men hóast álítandi prógv, vórðu løgreglumenninir fríkendir.

Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í USA í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.

Sí eisini

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA