Munurin millum rættingarnar hjá "Chicago"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: xmf:ჩიკაგო
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: mg:Chicago
Linja 104: Linja 104:
[[lt:Čikaga]]
[[lt:Čikaga]]
[[lv:Čikāga]]
[[lv:Čikāga]]
[[mg:Chicago]]
[[mi:Chicago]]
[[mi:Chicago]]
[[mk:Чикаго]]
[[mk:Чикаго]]

Endurskoðan frá 26. des 2011 kl. 19:45

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Chicago
Grunddáta
Land: USA USA
Lutstatur: Illinois Illinois
Vídd: 606.2 km²
Íbúgvar (2006): 2,873,790
fyri km²: 4,816/km²
Heimasíða: www.cityofchicago.gov
Chicago er ikki gamal býur; í 1830 vóru har bara nøkur fá hús, men nú er fólkatalið 2,9 milliónir.

Chicago er ein býur í lutstaturin Illinois í USA. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í USA. Orðið Chicago kemur úr Illinois-Miami "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í 1850 búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í 1890 var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.

Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til Heavy Metal og elektroniskan tónleik verður spælt.

Ítróttur

Sí eisini

Fyrimynd:Link FA