Munurin millum rættingarnar hjá "Tú alfagra land mítt"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YurikBot (kjak | íkøst)
YurikBot (kjak | íkøst)
Linja 50: Linja 50:
[[fr:Tú alfagra land mítt]]
[[fr:Tú alfagra land mítt]]
[[is:Tú alfagra land mítt]]
[[is:Tú alfagra land mítt]]
[[ko:페로 제도의 국가]]
[[nl:Tú alfagra land mítt]]
[[nl:Tú alfagra land mítt]]
[[nn:Tú alfagra land mítt]]
[[nn:Tú alfagra land mítt]]

Endurskoðan frá 4. aug 2006 kl. 16:30

Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar,
Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!
Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin sum tínir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága
- av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!