Munurin millum rættingarnar hjá "Tórshavn"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YurikBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: it:Tórshavn
YurikBot (kjak | íkøst)
s robot Adding: sr:Торсхавн
Linja 71: Linja 71:
[[pl:Tórshavn]]
[[pl:Tórshavn]]
[[sk:Tórshavn]]
[[sk:Tórshavn]]
[[sr:Торсхавн]]
[[sv:Torshamn]]
[[sv:Torshamn]]

Endurskoðan frá 4. aug 2006 kl. 16:30

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Tórshavn Kort av Føroyum har Tórshavn er merkt
Grunddáta
Vídd: 158 km²
(Kommuna)
Íbúgvar (2002): 12.620
(Kommuna: 18.420)
fyri km²: 116
(Kommuna)
Postnummar: FO-100
(Postboks: FO-110)
Kommuna: Tórshavnar kommuna
Heimasíða: Torshavn.fo
Kort av býnum
Kort av Tórshavn

Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum, og hevur umleið 18.000 íbúgvar. Navni er samanset av Tór, sum er norrønur guður, og havn.

Søga

Tórshavn er gamal staður og frá fyrstu landnámstíðini varð høvuðsting føroyinga hildið á Tinganesi, nesinum sum skilir havnalagið sundur í Eystaruvág og Vestaruvág.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Á nesinum vórðu goymsluhús og handilshús reist, her helt kongaligi einahandilin til, sum stóð fyri øllum vøruflutningi í Føroyum og ímillum lond.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856.

Tinganes
Tinganes

Men staðurin hevði ikki sína egnu umsiting, var ikki býur, men bygd sum aðrar bygdir í landinum, skipað eftir avgerðum í tinginum og seinni av danska embætisverkinum, tá ið løgtingið varð niðurlagt í árunum 1816-1852.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu.

Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Í 1866 hevur Tórshavn verið kommuna. Nógv er broytt, kommunan gjørdist býur og keypstaður í 1908, landaøkið er vaksið og ikki minst er fólkatalið økt og liggur nú nær teimum 19.000. Býráðsumsitingin heldur nú til í gamla kommunuskúlanum frá 1894, gróthúsunum í miðbýnum.

Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður.

Sí eisini:

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið