Munurin millum rættingarnar hjá "Miðøldin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
FoxBot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: bar:Middloita
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: mr:मध्य युग
Linja 70: Linja 70:
[[mk:Среден век]]
[[mk:Среден век]]
[[ml:മദ്ധ്യകാലം]]
[[ml:മദ്ധ്യകാലം]]
[[mr:मध्य युग]]
[[ms:Zaman Pertengahan]]
[[ms:Zaman Pertengahan]]
[[mwl:Eidade Média]]
[[mwl:Eidade Média]]

Endurskoðan frá 24. okt 2011 kl. 17:29

Víða um í Evropa standa enn miðaldarborgir. Tjúkku múrarnir og tornini vórðu gjørd, at ógjørligt skuldi vera hjá fíggindum at oyða tær.

Miðøldin er eitt tíðarskeið í evropeiskari søgu. Flestu søgufrøðingar eru samdir um at miðøldin byrjar í ár 476 og endar í ár 1453. Í miðøld vóru stórar fólkaflytingar, kristindómurin varð borin um alt Evropa, og kirkjan fekk ovurstórt vald.

Leingi varð hildið, at miðøld var myrkt og óhugnaligt tíðarskeið - nógv og harðlig kríggj, krossferðir og svarideyði, tí ið um triðingurin av fólkinum doyði. Tá fór nógv vitan fyri skeyti, og hildið verður, at vit í Føroyum tí vita so lítið um tíðina fyri 14. øld. Men í miðøld blómaðu eisini list og mentan. Tá vóru nógvu og stórfingu kirkjurnar bygdar. Framburður var eisini í handli, sjóvinnu og handverki. Tey lærdu at prenta bøkur, og m.a. vórðu kumpassin og mekaniska urið tikin í brúk. Bókmentir vóru skrivaðar, og nógv kvæði eru yrkt í hesari tíð. Miðøld endaði í 15. øld, tá ið endurburðartíðin fór um alt Evropa.

Miðøld tekur við, tá ið Rómverjaríki fór til grundar um ár 400, og varir til trúbótina um ár 1500.