Munurin millum rættingarnar hjá "World Cup í svimjing"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Nýggj síða: '''FINA World Cup''' er heitið á altjóða svimjikappingum, sum verða hildnar í fleiri býum kring heimin á hvørjum ári um heystið frá september til tíðliga í november....
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 16. okt 2011 kl. 15:58

FINA World Cup er heitið á altjóða svimjikappingum, sum verða hildnar í fleiri býum kring heimin á hvørjum ári um heystið frá september til tíðliga í november. Vinnararnir fáa heiðursmerki og vinna eisini pengar. Kappingarnar eru í stuttum svimjihylum, tvs. har hylurin er 25 metrar langur. Kappingarnar kunnu eitt nú brúkast til at kvalifisera seg til aðrar svimjikappingar sum t.d. HM á stuttbana, EM á stuttbana osfr. Ein føroyskur svimjari, Pál Joensen, hevur vunnið fleiri heiðursmerki á hesum World Cup kappingum í 2009, 2010 og 2011. Aðrir føroyingar hava eisini luttikið á Wold Cup stevnum, men tey hava ikki fingið nakað heiðursmerki.

World Cup svimjistevnur

Í 2011 eru hesar World Cup svimjistevnur:

  • Dubai 7. - 8. oktober, 2011
  • Stokkholm, Svøríki, 15. - 16. oktober 2011
  • Moskva, Russland 18. - 19. oktober 2011
  • Berlin, Týskland 22. - 23. oktober 2011
  • Singapore, 4. - 5. november 2011
  • Beijing, Kina 8. - 9. november 2011
  • Tokyo, Japan 12.- 13. november 2011[1]

Keldur

  1. Fina-arena.worldcup

Útvortis ávísingar