Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska krónan"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
YurikBot (kjak | íkøst)
Sebjarod (kjak | íkøst)
s +fr:
Linja 35: Linja 35:
[[de:Färöische Krone]]
[[de:Färöische Krone]]
[[en:Faroese króna]]
[[en:Faroese króna]]
[[fr:Couronne féringienne]]
[[hu:Feröeri korona]]
[[hu:Feröeri korona]]
[[it:Corona delle isole Fær Øer]]
[[it:Corona delle isole Fær Øer]]

Endurskoðan frá 5. jul 2006 kl. 07:37

Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum tó at føroyskir myntir ikki verða slignir.

  • 1 króna = 100 oyrur
  • 100 krónur ≈ 13,50 evrur (euro)
  • 1 evra ≈ 7,50 krónur

Søgan um føroysku krónina

Mynd:10 Faroese krona 1940 front.jpg
Tíggju krónur juni 1940, stemplaðir av Amtinum

Undir seinna heimabardaga varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði gjaldoyrini vóru tá í einari sonevndari Currency board-skipan, sum merkir at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við.

Fimm krónu seðil ið komu úr London (november 1940)

Orsøkin til stovnanina av føroysku krónini var Týska hersetingin av Danmark. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í Havn. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí var krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini.

Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í Onglandi.

Mynd:10 Faroese krona 1954 front.jpg
Tíggju krónur eftir 1949

Føroyska gjaldoyrað var verandi soleiðis líka til 1949, hóast at seinni heimsbardagi endaði í 1945. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í 1948, og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag.

12. apríl 1949 kom lóg í gildi, sum ásetur, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er "1 króna = 1 krone".

Nýggjastu føroysku pengaseðlarnir
Nýggjastu føroysku pengaseðlarnir

Í hesi somu lóg verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum.

Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska.

Ytri slóðir