Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"
Luckas-bot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ia:Evolution |
s bottur broytur: el:Εξέλιξη (βιολογία) |
||
Linja 29: | Linja 29: | ||
[[da:Evolution (biologi)]] |
[[da:Evolution (biologi)]] |
||
[[de:Evolution]] |
[[de:Evolution]] |
||
[[el:Εξέλιξη]] |
[[el:Εξέλιξη (βιολογία)]] |
||
[[eml:Evoluziòun]] |
[[eml:Evoluziòun]] |
||
[[en:Evolution]] |
[[en:Evolution]] |
Endurskoðan frá 14. sep 2011 kl. 19:16
Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.
Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini [tørvar keldu]. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg [tørvar keldu]. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn [tørvar keldu].
Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst [tørvar keldu].
Kjak í USA
Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting [tørvar keldu]. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið [tørvar keldu]. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna [tørvar keldu].